sigur stjórin á Atlantic Airways, Magni Arge, sum ongan hug hevur at kjakast um tilburðin tá løgtingslimur rýmdi úr flogfarið felagsins í Keypmannahavn
– Onkur misskiljing elvdi til seinkanina, men øll sluppu avstað sama dag.
– Fólk gerast altíð ótolin, tá flogfør verða seinkaði og tí leggja vit dent á stundisligar fráferðir.
– Ferðafólkini vóru ikki minni ótolin hesaferð, tí heima bíðaði finalan í EM.
– Meiri hava vit ikki at siga um tilburðin og eg havi ongan hug til at fara út í eitt alment kjak um hetta lítla málið, sigur stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge.




