Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll vælkomin á gátt tunnilsdagin

Norðlýsið – Tíðindi

Ókeypis koyring leygardagin, so nógvir gestir væntast til Klaksvíkar.

Tekniski Skúli hevur valt at bjóða øllum við áhuga fyri útbúgvingum at vitja. Útbyggingin av skúlanum líður væl og nú kann nýggi stílurin hómast.

Leygardagin, 8. mars, kunnu øll, sum vilja hava meir at vita um virksemið á skúlanum og sum vilja hava meiri innlit í útbúgvingarnar koma á gátt. Skúlin bjóðar kaffi og eitt hugnaligt prát. Í millum kl.12 og 13 ber til at keypa ein bita í Kantinuni. Skúlin er opin fyri almenninginum frá kl. 10 til kl. 14.

Vitjandi hava eisini høvi at skoða nýggja skúlabygningin, sum eftir ætlan verður liðugur í mai. Komandi skúlaár fáa næmingarnir nýggjar nýmótans skúlastovur og serstovur innan prosess, alis-, evna- og lívfrøði. Nýggju hølini eru merkt av nýggjasta námsfrøðiliga rákinum og verða gjøgnumførd í einum nýmótans tøkniligum stíli.

Opið Hús er eitt afturvendandi tiltak, ið verður skipað sum ein vanligur skúladagur.

Júst hendan leygardagin er ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.