Eftir stóra valsigurin hjá Sambandsflokkinum er Edmund Joensen aftur vorðin ein sentralur persónur í føroyskum politikki.
Ein av fyrstu persónunum, sum ringdi til Edmund at ynskja honum tillukku við valinum var danski forsætisráðharrin – Anders Fogh.
Hann vildi vita um hann kundi roknað við Edmundi og sjálvandi lá Edmund ikki á boðunum.
Hinvegin er Edmund Joensen komin í eina lyklastøðu og er hetta fyrsta ferðin at umboð hjá Sambandsflokkinum er avgerandi fyri eina danska stjørn.
Tað er eingin ivi um at Edmund brúkar hesa støðuna til fyrimun fyri føroysk áhugamál – men sum tann drivni kortspælarin – heldur Edmund Joensen kortunum tætt at kroppinum.
Talan verður tó neyvan um krøv – men hinvegin um løn og viðurkenning, og spennandi verður at síggja hvat fer at spyrjast burtur úr.
Staðfestast kann at Edmund er komin á breddan í donskum politikki og danskir fjølmiðlar og viðmerkjarar standa í kø at ringja til mannin á Oyrabakka, at spyrja um politisk viðurskifti.
Hann situr í dag við svarunum til danskan politikk og tí má ein siga at maðurin á Oyrabakka hevur spælt kortini væl.
Nú hava eisini leiðandi danskir andstøðu politikarar boða frá at teir ætlað at tosað við Edmund um hvørjar politiskar ætlanir hann hevur og tí kann neyvan roknast við telefonfriði á Oyrabakk í bræði.
Søgur eru farnar at ganga um at formannskapurin í Fólkatinginum – møguliga stendur Edmundi í boði – men hetta er neyvan realistiskt – tá hetti ikki bert skal vera ein persónur sum stjørnin tekur undir við.
Í øllum føri er maktmiðdepilin í donskum politikki nú flutt úr Keypmannahavn til Oyrabakka í Eysturoynni.




