Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óluva Klettskarð forkvinna í nýggju Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir

John William Joensen

Í sambandi við nýggja nevndarbygnaðin hjá Klaksvíkar Býráð er Sosiala Nevnd lutað sundur í tvær trivnaðarnevndir, onnur fyri málsøkið “Børn og Ung”, og hin fyri “Bústaðir og Eldri”.

Í sambandi við nýggja nevndarbygnaðin hjá Klaksvíkar Býráð er Sosiala Nevnd lutað sundur í tvær trivnaðarnevndir, onnur fyri málsøkið “Børn og Ung”, og hin fyri “Bústaðir og Eldri”.

Hósdagin 3. oktober 2013 valdi býráðið sínar føstu nevndir av nýggjum, har ein av umskipanunum er, at tað nú eru tvær nevndir innan sosiala økið ella trivnaðarøkið, sum hetta málsøkið nú verður nevnt.

Onnur av hesum nevndum er Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir, sum – eins og navnið sigur – varðar av eldraøkinum, bústaðaøkinum umfram øðrum málsøkjum so sum kommunulæknar og serflutningsskipanin.

Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir hevur hesar limir:

1)  Óluva Klettskarð, forkvinna
2)  Steinbjørn O. Jacobsen, næstformaður
3)  Signhild V. Johannesen
4)  Herfrí J. Sørensen
5)  Eyðstein Ó. Poulsen

Fyrsta uppgávan hjá Óluvu Klettskarð sum nýggj forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir var at hitta Eldraráðið í kommununi, sum hósmorgunin hevði fund við umsitingina.

Óluva Klettskarð nýtti hetta høvið at heilsa upp á Eldraráðið og samskifta við tað um ymisk aktuell mál.

Ráðið hevur fimm limir, ið verða valdir fjórða hvørt ár. Hesi sita í fyrsta eldraráðnum:

1)    Maria Olsen, forkvinna
2)    Gerda Absalonsen, næstforkvinna
3)    Hasla Olsen, skrivari
4)    Marita Matras, kassameistari
5)    Poul Havn, nevndarlimur