8.-13. august fara tveir bretskir tónleikarar frá kenda konsertstaðnum the Roundhouse í London og Marius Ziska at hava tónleikaverkstovur saman við 20 føroyskum ungum tónleikarum og sangarum í aldrinum 15-25 ár. Verkstovurnar enda við eini framførslu.
Trý ella fýra av teimum, sum luttaka í verkætlanini í Føroyum, sleppa í november til London at arbeiða saman við ungum tónleikarum úr øllum heiminum fram ímóti eini stórari ON MASS framførslu í the Roundhouse 12. november. Eini 1500 áskoðarar verða til staðar og ongin minni enn Angelique Kidjo fer at standa á palli og framføra saman við teimum. Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival.
Versktovurnar (og túrurin til London) eru ókeypis.
Vónin er at hava umleið helvt um helvt sangarar og instrumentalistar á verkstovuni.
Hvør kann vera við?
Fyri at vera við skalt tú:
vera millum 15 og 25 ár
duga at syngja ella spæla eitt ljóðføri
tíma at arbeiða saman við øðrum ungum tónleikarum
tora at framføra
Tilmelding fer fram á http://www.nlh.fo/events/on-mass/
Við tilmeldingini skal sendast ein lítil upptøka á 2-5 minuttir – video ella ljóð – har tú
spælir uppá sítt ljóðføri ella syngur. Ein fartelefonupptøka er nóg góð til hetta




