Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óneyðugar stongdar leiðir á Føroyagrunninum

Jørgen Niclasen

Størsti parturin av Føroyagrunninum hevur verið stongdur í áratíggju. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat nyttu hesar steingingar hava gjørt?

Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann

Viðvíkjandi stongdum leiðum á Føroyagrunninum.

1. Størsti parturin av Føroyagrunninum hevur verið stongdur í áratíggju. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat nyttu hesar steingingar hava gjørt?

2.Ætlar landsstýrismaðurin at skipa vinnuliga royndarveiðu á stongdu økjunum fyri at síggja úrslitið av veiðibanni?

3.Í samband við, at landsstýrimaðurin umhugsar krav um rist í trolið hjá partrolarum, ætlar landsstýrismaðurin at lata stongdar leiðir upp samstundis?

Viðmerkingar:

Ofta verður spurnartekin sett við, hvussu stórir botnfiskastovnarnir á Føroyagrunninum eru. Hetta tí fiskiskapurin hevur verið lítil seinnu árini. Tað er tó ein sannroynd, at royndin á Føroyagrunnunum hevur verið sera lítil, ikki minst tí rættuliga stórur partur er stongdur fyri veiðu. Hesar steingingar hava verið í áratíggju og lítið er komi fram um nyttuna av hesum veiðibannum.

Nógvar steingingar eru gjørdar fyri at verja ungfisk. Undir viðgerðini av fiskidøgunum boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ætlaði at krevja rist í trolið hjá partrolarum. Um so er, má landsstýrismaðurin eisini lata leiðir upp. Rist sorterar fiskin á botnið og tá burdi friðing fyri ungfisk verið óneyðug.

Tórshavn, 17. oktober 2016

Jørgen Niclasen,

løgtingsmaður