Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Gestur Hovgaard, sigur at Kí ongar ætlanir hevur um at uppsiga leikarasáttmálar
Formaðurin í Klaksvíkar Ìtróttarfelag, Gestur Hovgaard, avsannar tíðindini um at leiðslan hevur havt ætlanir um at uppsiga sáttmálar við leikarar.
– Leikarar, venjarar og leiðslan høvdu fund í kvøld um støðuna hjá 1. deild. Hvat vit hava snakkað um, er nakað sum vit halda fyri okkum sjálvar, men endamálið er sjálvsagt – við verandi hópi – at koma sum best burturúr kappingarárinum. Vit høvdu ein positivan og gevandi fund í kvøld. Meiri er ikki at siga um hetta!
– Tað tænir ongum endamáli at siga upp allar sáttmálar, og tað hevur heldur ongantíð verið uppá tal, so eg veit ikki hvar Norðlýsið hevur hasi tíðindini frá.




