Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ongar skaðafráboðanir í Klaksvík

Oliver Joensen

Náttin hevur verið friðarlig, tá tosað verður um skaðafráboðanir, sigur støðleiðarin á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík, Finn Hansen. Um hálvgun tvey tíðina í nátt fingu vit fráboðan norðan úr Hvannasundi um eina flagtekju, ið hevði fingið skaða av storminum. Vit fóru norður og tryggjaðu tekina, so skaðin ikki gjørdist størri. Tað var tað einasta sum hendi her í økinum í so máta. Annars kann sigast, at ansa væl eftir at tryggja kring um á sínum egnum ognum tá ódnir leika. Tí hava vit eitt nú ikki fingið nakrar fráboðanir í nátt uttan hesa. Í støðum leikaði tó hart á í nátt.