Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ongin flúgving til Svínoyar og Fugloyar

Oliver Joensen

Tað sigur Hans Erik Jakobsen, stjóri á tyrludeildini hjá Atlantsflog. Orsakað av koronusmittuni, flúgva vit bert til oyggjarnar, ið ikki hava ferjusamband, sigur hann.

Men vit hava fulla styrki at flúgva í samband við vaktarhald, leiting og bjarging. Niðursetta flúgvingin til oyggjarnar kemst av at vit vilja sum best verja manning okkara ímóti smittu og samstundis verja fólkini á útoyggj so væl, sum tað er gjørligt hjá okkum.

Upp á fyrispurning um hvønn týdning hetta hevur fingið fyri manningina á tyrludeildini, sigur Hans Erik Jakobsen at enda, at tey eru øll til arbeiðis. Tilbúgvingin og flúgvingin til oyggjarnar, ið ikki hava samband, krevur at vit koyra við fullari manning.