Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ongin loysing við Javnaðarflokkinum í samgongu

Jóhann Lützen

Í øllum hurlivasanum í samgonguni er ilt at fáa eyga á tær stóru hugsjónirnar á tingi. Langt er ímillum at vit hoyra nakað um hjartamálini hjá vinstra og høgra, og hjá loysing og sambandi. Nærum øll orkan hjá samgonguni fer til at sløkkja eldar, og ongin rúmd er fyri teimum stóru hugsjónarligu málunum. Pauli Trond Petersen er tó eitt undantak, og nevndi á tingfundinum í dag loysing í sambandi við búskapargrunnin.

Í dag vakti tað látur í tingsalinum, at Pauli Trond Petersen fór aftur til røturnar og tók loysingina aftur uppá tungu. Sum hugsjónarmaður er hann ivaleyst harmur um, at loysingin skal vera so illa farin og sett á aftastu rók. Pauli helt fyri, at Búskapargrunnurin skal fáa innskot, og at endamálið við tí var, at farast kundi undir tilgongdina at loysa Føroyar frá Danmark.

Heðin Mortensen svaraði aftur, at “Eg eri als ikki valdur á ting fyri at føra tjóðveldispolitikk ella politikk hjá Framsókn”, men legði afturat, at hann hevði kortini atkvøtt fyri øllum uppskotum hjá samgonguni. Hann endaði tó við at siga, “Eg skal heilsa og siga, at tað verður als ongin loysing, so leingi Javnaðarflokkurin er í samgongu, tí Búskapargrunnurin skal brúkast til annað, og meira gevandi til Føroya fólk, enn dreymaynskið um loysing hjá Tjóðveldi”.