Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongin meining í at avtaka kommunurnar

Heðin Mortensen

Kommunurnar skulu ikki avtakast, men inntøkulutfallið millum land og kommunur má broytast. At samanbera Føroyar og okkara kommunalu skipan við Grønland og Bornholm er púra burturvið, eins og tað er láturligt at seta prís á kommunalu umsitingarnar, uttan at seta bæði inntøku og kostnað upp móti landsumsitingini, sum aldri er skipað eftir nøkrum fíggjarliga rationellum modelli.

Kommunurnar skulu ikki avtakast, men inntøkulutfallið millum land og kommunur má broytast. At samanbera Føroyar og okkara kommunalu skipan við Grønland og Bornholm er púra burturvið, eins og tað er láturligt at seta prís á kommunalu umsitingarnar, uttan at seta bæði inntøku og kostnað upp móti landsumsitingini, sum aldri er skipað eftir nøkrum fíggjarliga rationellum modelli.

Sambært Magna Laksafoss (Sosialurin 8. august 2014) hava vit eitt strukturelt hall, sum bara kann fáast burtur við at gera umfatandi nýskipanir innan eldra- og skúlaøkið. Og kommunurnar eru ein forðing fyri, at hetta kann gerast á skilagóðan hátt. Fyri at gera eina effektiva eldratænastu og skilagóða skúlaskipan, mugu kommunurnar vera nógv størri – best var, um tær vóru heilt vekk.

Logikkurin verður staðfestur við at vísa til Grønland, har farið er frá 18 kommunum niður í 4, og til Bornholm, sum bara er ein kommuna.

Magni tykist gloyma, at kommunalt sjálvræði ella annað slag av lokalum fólkaræði er eitt universelt fyribrigdi. Tað er allastaðni. Og allastaðni eru tey samd um, at tað er gott og neyðugt við lokalum sjálvræðisstovnum – kalla teir kommunur ella hvat tú vilt! Í ljósinum av tí er tað ótrúligt, at in.fo setir hetta inn í eina boks, tey kalla FAKTA:

”Føroyar eru býttar í 30 kommunur. Samanbera vit við Grønland, eru tey farin frá 18 kommunum niður í 4. Bornholm, sum er sum Føroyar til støddar, er ein kommuna.”

Faktaboksin vísir á støðuna í Føroyum við 30 kommunum. Síðan leggja tey tann boðskap út, at hetta er ov galið og nevna, at Grønland er farið frá 18 niður í 4 kommunur. Hví taka Grønland sum dømi, har kommunurnar eru deildar eftir lineal í fýra sum eftir postkolonialum afrikanskum landamørkum? Er tað nakar, sum hevur eftirmett grønlendsku loysnina og hildið hana vera eina góða loysn?

Tað er rætt, at Bornholm er EIN donsk kommuna. Men hví er tað eitt argument fyri at avtaka føroysku kommunurnar? Hvar steðgar hasin logikkurin við stødd? Hví steðgar hann hjá kommunum, heldur enn landinum sjálvum? Strekkir tú hann til landið, so má landið avtakast, tí tað eru jú ikki so øgiliga nógv lond í heiminum, sum hava færri enn fimtitúsund íbúgvar og hava eina hálvstatslíknandi heimastýrisskipan.

Aðrar skilagóðar samanberingar

Hví samanber Magni ikki við Åland við 28.000 íbúgvum og 16 kommunum? Ella við Malta við 400.000 íbúgvum og 63 lokalum stýrum og eini røð av stigum frá smákommunum upp til landspartar? Ella við Andorra við knapt tvífalt okkara fólkatali, men helvtina í stødd og alt pakkað saman uttan oyggjar – har eru 7 kommunur ella sóknarstýri? Ella Azorurnar við 19 kommunum og 156 undirskipaðum sóknum?

Ella hvat við San Marino við 32.000 fólkum og einans 61.2 km2 , men kortini við 9 kommunum? Ella Liechtstenstein við bara 160 km² og 37.000 fólkum og kortini 11 kommunum?

Mær tørvar ikki at halda á fyri at sláa fast, at kommunur í veruleikanum eru eitt alheims fyribrigdi. Ikki bara í vanligum nationalstatum, men eisini í regiónum, heimastýrislíknandi økjum og pinkustatum, fleiri teirra munandi minni enn Føroyar.

At kommunala sjálvræðið er grundleggjandi og universelt viðurkent sum eitt fólkaræðisligt virði, er politiskt semja um í Europa so langt, at Europaráðið í 1985 viðtók eina bindandi traktat um lokalt sjálvræði, sum Danmark hevur ratifiserað. Reglan um kommunalt sjálvstýrið í traktatini er staðfest í grein 56 í okkara stýrisskipanarlóg, so Magni má fyrst fáa undirtøku fyri at broyta hesa.

Aftur til amtsstøðuna

Magni Laksafoss verður endurgivin fyri at siga, at “í Danmark eru kommunurnar undirlagdar Fólkatinginum og kunnu straffast, um tær ikki gera, sum sagt verður, men hetta er ikki galdandi í Føroyum, leggur hann aftrat.”

Hetta er faktuelt púra skeivt. Eftirlitisamboðini í føroysku kommunustýrislógini og tí samsvarandi donsku eru at kalla identisk. Eitt nú kunnu kommunustýrislimir, sum ikki vilja fylgja lógarásettum skyldum, eftir § 55, stk. 2, í føroysku lógini (§ 50b í donsku) verða álagdir tvingsilsbøtur, og kommunustýrislimir, sum hava ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi, kunnu eftir § 55, stk. 2, í føroysku lógini (§ 50c í donsku) verða saksøktir eftir endurgjaldi.

Munurnir eru ikki týðandi. Kommunurnar eru í báðum londum umsitingarliga undirlagdar fíggjarligt og løgligt eftirlit frá landsins/statsins síðu, eins og kommunurnar ikki hava lóggávuvald, men mugu akta tað, sum parlamentarikararnir kunna finna uppá við lóg.

Fíggjarligt eftirlit

Serstakt um fíggjarliga eftirlitið er at viðmerkja, landsstýrismaðurin (nú í fíggjarmálum) hevur rættiliga gott fíggjarligt eftirlit við kommununum á tann hátt, at § 43, stk. 2, í kommunustýrislógini sigur, at er “nettoskuldin meira enn ein álíkning … krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum”.

Løgtingið er ikki bundið av líknandi áseting í stýrisskipanarlógini og er longu av tí orsøk í størri vanda fyri at stýra seg út á sjógv, enn kommunurnar eru. Haraftrat kann landsstýrismaðurin í kommunumálum eftir § 54 í kommunustýrislógini gera inntriv í uppskot til fíggjarætlan hjá kommunum, ið skylda meira enn eina álíkning.

Í ljósinum av øllum hesum er undrunarvert, at Magni Laksáfoss skal siga, at kommunurnar eru ein forðing fyri, at landspolitikararnir kunnu føra ein skynsaman fíggjarpolitikk yvirhøvur, og at tær eru forðing fyri at gera skynsamar nýskipanir innan fólkaskúlaøkið og eldraøkið.

Bæði landsstýri og løgting hava stórt frælsi at stýra kommununum. Fyri Løgtingið er at kalla einasta avmarkingin, at Løgtingið eftir stýrisskipanarlógini ikki kann tøma kommunala sjálvræðið fyri innihald. Alt annað kann fremjast við lóg.

Er fólkaræðið ein forðing?

Hvat er tað so, sum kommunurnar forða landinum í at gera? Missir landið handlikraft bara tí, at kommunurnar brúka sín sjálvsagda rætt til at geva landinum eitt lokalt fólkaræðiligt mótspæl? Í so fall hevði landið ongantíð nakra handlikraft kortini!

Eisini sera bakvent, at kommunurnar skulu vera ov lítlar at taka ímóti eldraøkinum, og at kommunurnar tískil eiga at avtakast. Tankagongdin er: antin kommunur við tungum vælferðaruppgávum ella ongar kommunur yvirhøvur. Onki millumting.

Hetta er strangt tvíbýttur og sera lítið pragmatiskur hugsunarháttur. Um tað er so, at kommunurnar eru ov lítlar, so kanska mann skal spola aftur og viðurkenna, at tað var skeivt upprunaliga at vilja leggja slík málsøki út – sum kommunurnar heldur ikki hava spurt eftir ella biðið um – heldur enn nú at brúka hetta til at taka tilverurættin frá kommununum.

Men er tað nú so, at kommunurnar eru ov lítlar til at taka ímóti t.d. eldraøkinum?

Ja, tær eru ov lítlar til monsturloysnir á la gamla Sovjet, men treyðugt til meira lagaligar og menniskjaligar loysnir. Í Álandi hava kommunurnar yvirtikið eldraøkið, og tær fáa tað at rigga fínt við samstarvi, heldur enn við samanlegging.

Vert er eisini at leggja til merkis, at í Íslandi eru 75 kommunur, onkur heilt niður í 50 fólk. Kortini hava tey yvirtikið fólkaskúlan og klára tað fínt í samstarvi millum kommunurnar.

Er landsumsitingin rationell?

Sambært Magna Laksáfoss eru føroysku kommunurnar alt ov lítlar, alt ov dýrar, tær eru ein forðing fyri nýskapan og ein forðing fyri, at landspolitikararnir (!) kunnu føra ein skilagóðan fíggjarpolitikk.

Hetta eru somu landspolitikkarar, sum nú flyta tyngstu ábyrgdarøkini yvir á ov smáu og ov dýru kommunurnar at umsita, eftir hvat vit skilja við tí høvuðsgrundgeving, at kommunala sjálvræðið er nærri klientinum og tí umsitur neyvari og rationellari.

So er tað hatta roknistykkið, har tað kostar 15,6 mió at umsita Suðuroynna. Skemtiligt, at prísur verður settur á kommunalu umsitingarnar á henda hátt. Set tað upp móti landsumsitingini! Hon er ongantíð hvørki skipað tilvitað eftir einum fíggjarliga rationellum modelli – og enn minni seinni eftirmett eftir slíkum.

Landsumsitingin er strukturerað sum eitt neyvt kopi av donsku statsumsitingini, uttan nakað sum helst atlit til føroyska kontekstin og støddarmunin 1:115.

Kommunali búskapurin syndrast

Stendur tað illa til hjá kommununum, so er høvuðsorsøkin at finna í landsumsitingini, sum seinnu árini miðvíst hevur syndrað tann kommunala búskapin. Broytingar í stuðli til rentuútreiðslur, forskatting av pensjónum, broytingar í lutfallinum av inntøkum frá partafelagsskattinum, serskattaskipanir, sum minkað talið á teimum, ið gjalda kommunuskatt, og vánaligar avtalur við onnur lond hava tilsamans lækkað inntøkugrundarlagið nógv hjá kommununum.

Kommunurnar hava onga ávirkan á hesar skipanir. Meðan landskassin hevur nógvar inntøkukeldur hava vit bert kommunuskattin. Og hóast tað almenna skuplar pengarnar inn frá tilfeingisgjaldi o.ø., so eru ongar ætlanir um at geva kommununum lut í hesum inntøkum, hóast tað eru kommunurnar, sum í samband við t.d. alivinnuna skulu liva upp til strongu krøvini um útlát í firðir, vatndygd v.m.

Kommununum verða álagdar útreiðslur, meðan landið tekur sær inntøkurnar.

Land og kommunur standa yvirfyri risa avbjóðingum, millum annað í sambandi við fíggingina av eldraøkinum og annars, hvussu vit skulu fyrireika okkum til demografiskar broytingar, ið standa fyri framman, ikki minst hvussu vit aftur fáa munandi fólkavøkstur.

Loysnin er ikki at avtaka kommunurnar, men at broyta lutfallið, so at bæði land og kommunur fáa ágóðarnar. Hvørt mansbarn sær, at gongdin í útreiðslunum er órímilig, og tað hevði tænt sitandi landsstýri eisini at ásanna hendan veruleika.

Heðin Mortensen,

form. í Kommunufelag Føroya