Í dag hevur nevndin í Føroya Sjómannadegi, í samstarvi við fleiri av stuðlum okkara, gjørt av at Føroya Sjómannadagur 2020 verður fluttur til 21. august 2021
Hetta hevur verið en tung avgerð hjá okkum øllum, men vita hava hildið tað vera rætt at fylgja almennu tilráðingunum frá politisku og heilsufakligu myndugleikunum á korona økinum.
Ongin Sjómannadagur uttan stuðlar. Vit sum hava sitið í nevndini, sum hevur fyrireika nú í mong ár, takka okkara stuðlum, ið hava verið ótrúliga trúgvir nú í samfull 15 ár.
Vit, sum hava fyrireikað Føroya Sjómannadag uttan samsýning og vælvild frá uml. 400 øðrum, eru fúsir at fara aftur til verka komandi ár. Tað er tó treytað av, at okkara stuðlar, fiskivinnan, vinnulívið, fyrst og fremst í Norðoyggjum, saman við býráðnum, landstýrinum og vinnufyritøkum aðrastaðni, framhaldandi standa saman um at stuðla Føroya sjómannadegi 2021.
Nevndin fyri Føroya Sjómannadag



