Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ongir áskoðarar til dystir í Betri deildini

Jákup Ósá

Coronavirusið fær nú avleiðingar fyri bestu deildina.

FSF skrivar soleiðis:

Eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við fyribyrging av smittu av coronavirus, hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar.

Avgerðin er tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.

– Síðan tilmælið kom í kvøld hava vit verið í sambandi við heilsumyndugleikarnar og ÍSF. Vit hava fingið frágreiðing um grundarlagið fyri tilmælinum. Fótbóltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum. Tí hava vit gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar. Tað sama verður galdandi til vinardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi á Tórsvølli mánadagin, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF

Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini, sum avleiðing av Coronavirussinum.

Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjan, har leikarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum, ikki nýtt fyribils.