Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Onki er sum fyrr”

Oliver Joensen

Fyri fáum árum síðani, segði ein av fremstu vinnulívsmonnum okkara hesi orðini á lítlari móttøku í Klaksvík, og ikki kann sigast annað enn at hetta hevur verið galdandi fyri tey seinastu árini.

Hóast sharmuoffensivurin, sum ein av høvuðsstaðarmiðlunum gjørdi fyri stuttum í Klaksvík kanska ikki gav lokalsamfelagnum tað stóra, so sera áhugavert at hoyra orðini hjá Poul Huus Sólstein um, at um ein skal vera kappingarførur ídag, so er umráðandi at vera skjótur at laga seg eftir broyttum umstøðum.

Tað hevði verið ynskiligt um nú eisini stóri almenni sektorurin tók hesi orð til sín, og tað almenna á sín hátt eisini var við til at broyta okkara samfelag.

Hóast vit føroyingar nú í skjótt eitt mannaminni hava tosað um KT- vinnuna og møguleikarnar hendan vinnan kundi geva føroyska samfelagnum, so er tað ein sannroynd at hendan framvegis ídag gevur lítið til føroyska samfelagið tá ið tosað verður um utfluttning okkara, ið gevur fremmandan valuta til samfelagið. Her er sum fyrr fiskivinnan einaráðandi.

Tað eigur tí at undra, at vit hava gjørt so lítið frá almennari síðu, at skapa karmar hjá ungdómi okkara at útbúgva seg og at lata seg í vitan, sum kann føra til nýggj frambrot á fiskivinnu- og fiskiídnaðarøkinum.

Gaman í, vit hava ein fiskivinnuskúla, men hesin lítli spírin er alt ov lítil og smæðist alt ov nógv búrtur ímillum aðrar útbúgvingar, ið virka meira lokkandi til okkara ungdóm.

Úrslitið hevur verið, at bestu teoretisku kreftir okkara leita uttanlands, einamest tí tær fáa ikki nóg stórar avbjóðingar her á landi.

"Onki er sum fyrr", segði vinnulívsmaðrin, og rætt fekk hann á vinnuøkinum. Men tá tað ræður um at útbúgva føroyingar til føroyska samfelagið, so er "alt sum fyrr". Teoretiskar útbúgvingar eru fyri nógv stórsta partin miðaðar ímóti at ungdómurin fer av landinum at finna sær avbjóðingar og at lesa víðari til eitthvørt , ið føroyska samfelagið ikki megnar at bjóða teimum heim aftur til, ímeðan bert ein lítil partur av teim ungu fær sær eina miðnámsútbúgving innan fiskivinnu í Føroyum.

Her eiga vit at leggja á annan bógv. Á fiskivinnuøkinum hava vit stórar møguleikar at gera meira burturúr okkara tilfeingi og til tess krevst eisini vælútbúgvi fólkatilfeingi, ið kann vísa á nýggjar gongdar leiðir.

Tí átti tað almenna í útbúgvingarhøpi tikið til sín útsøgnina hjá Poul Huus Sólstein um at bera skjótt at og leggja um á útbúgvingarøkinum á høgum støði.