Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Onki grótbrot í Uppsalahaga

Jóhann Lützen

Í samband við bústaðaverkætlanina á Fossum varð avtala gjørd frá byrjan av, at allur avgrevstur skuldi tyrvast í nærumhvørvinum, soleiðis at tað ikki varð neyðugt at koyra avgrevsturin gjøgnum býin og sostatt verða til ampa fyri borgaran.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hann er harmur um, at borgarar hava fingið ta fatan, at talan er um gerð av grótbroti í haganum. Hetta er sera harmiligt, tí tað er als ikki ætlanin við arbeiðinum, sum verður framt.

– Ført hevur verið fram á sosialum miðlum, at Klaksvíkar kommuna ger nýtt grótbrot, men í veruleikanum er talan um at gagnnýta tilfeingið í økinum, so sleppast kann undan óneyðugari ferðslu gjøgnum býin. Tað hevur verið eitt ynski frá byrjan, sigur Karl Johansen.

Arbeiðið við útgrevstrinum hevur verið viðgjørt í Friðingarnevndini fyri Norðoya sýslu og Yvirfriðingarnevnd landsins. Uppgávan hjá Klaksvíkar kommunu er at tryggja, at inntriv, ið standast av verkætlanini, verða bøtt, og lendið latið aftur í sømiligum standi. Eitt nú kann nevnast grevsturin omanfyri uppdyrkingarvegin.