Álvur Klakk, sum hevur verið maðurin aftanfyri Netto, er givin í handilslívinum og tí fer Netto ikki at selja 700 krov av røstum kjøti, sum handilin okkurt árið hevur selt.
Tað verður helst saknur hjá mongum, tá ikki fer at bera til, í sama mun sum áður, at fara í Netto at keypa sær eina ræsta síðu ella ein ræstan bógv tíðliga á heystinum.
Álvur Klakk hevur selt alla ogn sína niðanfyri Klaksvíksvegin, har Netto helt til, til INN samtakið. Hendan fyritøkan hevur ikki ætlanir um at reka hjallin hjá Netto víðari og tí verður hesin niðurtikin nú.
Álvur Klakk sigur, at tá Netto seldi mest av kjøti, mundi teir onkuntíð koma uppá 700 krov, sum vórðu turkaði í egnum hjalli. Eisini var vanligt fyrr at selja avroð mørðar og høvd, men síðani forboðið kom at flyta livandi seyð millum oyggjarnar í 90-unum, minkaði hetta burtur í lítið og onki. Hinvegin sýnist blóðpylsan at vera farin av móta og verður ikki gjørd longur í sama mun sum fyrr.
Netto hevur eisini sent nógv ræst kjøt niður til Danmarkar til føroyingafeløgini har, so framyvir mugu hesi eisini finna sær aðrar vegir at fáa ræst kjøt úr Føroyum.
Nú Álvur Klakk gevst, hevur handilin verið í familjuni í meiri enn eina øld.




