Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Onki rúm fyri sjónleikinum í Atlantis

John William Joensen

– Jólaløtan hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag verður tí hildin í hølunum hjá gulu skótunum.

Hóast trongu korini fer Klaksvíkar Sjónleikarafelag aftur í ár at bjóða til jólahugna.  Og í staðin fyri at spæla í Atlantis, har sjónleikarafelagið hevur hildið til , verða sýningarnar í hølunum hjá gulu skótunum.
Fyribils eru tríggjar sýningar, og tann fyrsta verður sunnudagin klokkan 17.00. Síðan verður spælt mánakvøldið og týskvøldið klokkan 19.00.
Við í leikinum eru børn og ung í aldrinum 7 til 15 ár. Á skránni er sangur, søgur og leikur.  Adelborg Linklett og Eyð Matras hava lagt til rættis. Jógvan E Ósá lesur søgu, sum hann sjálvur hevur skrivað. Aftaná verður kaffi og vaflur. Kostnaður er 50 krónur
Børnini, sum leika eru: Karina, Hanna Fuglø, Erla Jacobsen, Rebekka Svøðstein Auðunsdóttir, Høgni Olsen Falkenberg, Gunleyð Eliane Svøðstein, Henningur Svøðstein, Karola Lydersen, Sára Skarðenni, Tóra Matras Tummasardóttir, Torstein Kjærbo, Jansy Jacobsen, Barbara Løve Sørensen og Liljan Jacobsen..