Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

– Onki russiskt skip kemur aftur í føroyska havn

Jóhann Lützen

Russisku trolararnir hava allir blandaðan fisk í lastini og tíski sleppa teir ikki í føroyska havn, men mugu umskipa uttanfyri 200 fjórðingamarkið, sigur Tórbjørn Jacobsen

Í sendingini Stjórnin – politikkur á skák á fm1, umrøddu Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Ejdesgaard og Heðin Zachariasen løgmansrøðuna. 

Tórbjørn var bersøgin og segði at føroysku mynduleikarnir hava forroknað seg í mun til russisku sanktiónirnar. Samgongan metti at vit bara fóru at missa helvtina av russiska virkseminum í Føroyum, men nú hava vit mist alt, tí russisku trolararnir hava blandaðan fisk í lastini. 

Og tað kemur ongin russiskur trolari í føroyska havn, segði Tórbjørn Jacobsen. 

Og teir sum forvinna pening uppá hetta eru norðmenn, ið sigla pendulfart út á feltið har russarar umskipa, við bæði provianti og olju, legði Tórbjørn Jacobsen aftrat. 

 

Harleyfacadeacryl