Havi í trimum greinum roynt at fingið svar frá umsitingini frá Kl. Kommunu um ymisk mál, men enn havi eg einki svar fingið.
Nøkur byggimál blivu nevnd og síðani skýlið. Haldi sjálvir tað er sera langt úti, at borgarar ikki fáa svar, men ætlar Kommunan bara at arbeiða fyri ein ávísan bólk í býnum, ætli eg mær at stríðast av øllum alvi fyri at fáa teir, sum sita har, burtur ongantíð ov skjótt. Teir sita jú har fyri okkara skyld og ikki síni egnu.
Vit borgarar hava ein møguleika og tað er at biðja um alment innlit í tey ymsu málini og vil eg heita á Klaksvíks borgarar, sum eru illa viðfarnir av Kl. Kommunu, um at biðja um alment innlit. Havi ídag sent Kl. kommunu fax um alment innlit í skýlið og tá ið eg havi fingið øll skjølini og kannað tey, ætli eg mær lýsa málið betur.
Símun á Høvdanum
——————————————————————-
Klaksvíkar Kommuna 05.12.2005
N.P.Gøta
700 Klaksvík
Viðv. Byggingini av skýlinum:
Hervið søkir undirritaði um alment innlit í málið um byggingina av skýlinum.
Skjølini og rokning kunnu sendast til:
Símun á Høvdanum
Jegstrupvej 172
DK-8361 Hasselager
Vinarlig heilsan
Símun á Høvdanum




