Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Onki til Norðoyggjar á fíggjarlógini.

John William Joensen

Sum Norðlýsið lýsir fíggjarlógaruppskoti ið samgongan hevur lagt fram, kann tykjast sum ongar íløgur verða gjørdar í Norðoyggjum í 2008.

Skal loyva mær at nevna nakrar íløgur ið eru á fíggjarlógaruppskotinum.

Vegagerð í Kalsoy 1,8 mió

Havn í Svínoy 1,2 mió

Tyrlupallur á Kirkju 2 mió

Tekniski Skúli í Klaksvík 9 mió

Klaksvíkar Sjómansskúli 0,5 mió

Klaksvíkar Sjúkrahús 1 mió

Ein kann altíð siga, at ikki er nokk avsett til hetta ella hitt.

Viðvíkjandi tunnil Norð um Fjall so hevur samgongan boðað frá, at hon ferð at gera eina samferðsluætlan, ið raðfestir hvørjar íløgur skulu gerast komandi árini. Annars standa 10 mió á ætlanini fyri 2009 til tunnil Norð um Fjall og Viðareiðis.

Tá ið langtíðaríløguætlanin hjá samgonguni viðvíkjandi samferðsluútbyggingum fyriliggur, ber til at staðfesta um hesin tunnil verður veruleiki ella ikki. Annars gingu tað umleið 27 ár innan Fólkaflokkurin legði uppskot fram á ting um tunnil Norð um Fjall og hetta var gjørt 14 dagar innan løgtingsval var útskriva.

Viðvíkjandi Trygdarmiðstøðini, so er rætt, at hon ikki er á hesum fíggjarlógaruppskotinum. Tað er tó eisini ein verðuleiki, at tað stendur í samgonguskjalinum at Trygdarmiðstøðin skal byggjast í Klaksvík. Landstýrismaðurin í fiski- og tilfongismálum hevur upplýst, at orsøkin er, at fyrireikingararbeiðið ikki er liugt. Ì samband við Trygdarmiðstøðina hevur Javnaðarflokkurin eisini nevnt møguleikan hvørt fiskiveiðieftirlitið kann vera partur av hesi verkætlan.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.