”Trøllkonur komnar á hann”. Nú er tíðin vist nokk komin, at løgmaður sigur sum minst fyri ikki at styggja uppaftur fleiri sambandsfólk úr flokkinum
”Trøllkonur komnar á hann”. Nú er tíðin vist nokk komin, at løgmaður sigur sum minst fyri ikki at styggja uppaftur fleiri sambandsfólk úr flokkinum, enn hann longu hevur gjørt. At hann kann fáa seg til at siga, at tað ikki skal bera til at útskriva løtingsval, má standa fyri hansara egnu rokning.
Og at fara at fáa ein setning í stýrisskipanarlógina um bann fyri vali í ótíð er so langt úti, at eg ikki havi orð fyri tí. Sambært løgmanni eigur man ikki at stinga halan millum beinini, tá ósemjur taka seg upp. Tað eri eg samd við honum í.
Men løgmaður gloymir helst, at tað ikki er alt, man skal lata sær lynda bara fyri at halda rimmarfast um sessin, ein situr á.
Her hugsi eg um rokið viðvíkjandi fíggjarmálaráðharrum, eitt mál, sum við ávísum millumbili ”poppar upp”, og sum kann hava við sær, at samstarvið, sum við vánaligum lími heldur saman uppá landsstýrissamgonguna, slitnar.
Vit liva í einum demokratiskum samfelag. Vit hava enn demokratisk rættindi at velja eitt løgting til at stýra landinum í eitt fýra ára valskeið – men ikki fyri ein og hvønn prís. Gongur samstarvið ikki, hava vit tann demokratisku rættindini at kunn fara á val í ótíð.
At skipa fyri val, løgtingsvali eins og kommunvali, kostar bæði so og so. Tað kostar eisini, at hava eina rumbul-sveittandi politiska samgongu. Summi duga at stýra millum sker.
Onnur lata eyguni aftur og vóna tað besta.
Hetta seinna er ivaleyst tað, sum vit hava upplivað í seinastuni.
Í løtuni minnir ein partur av landsstýrinum ikki sørt um eitt ”dukkuteatur”, har tann snildasta og minst populera dukkan, manipulerar við henni, sum heldur, at hon ”bestemmar”.
Vit hava ikki brúk fyri eini broyttari stýrisskipan, bara tí ein løgmaður heldur, at hon ikki passar inn í hansara kram.
Sambært løgmanni, skal løgtingsval verða 29. oktober 2015, men tað hevði nú hóskað betur, um dagurin var settur nakrar dagar seinni, 8. november .
Man kann fá ”nykkur” av at sita á toppinum. Dømini eru fleiri. Í orðabókini hjá Jóannes av Skarði stendur at danska orðið ”nykkur” merkir m.a. ”trøllkonur komu á hann”.
Beate Emile L. Samuelsen




