Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Onnur bankabjargingin

Oliver Joensen

Táið Løgtingið viðgjørdi aðru donsku bankabjargingina, hevði andstøðan í fíggjarnevndini hesa tilráðing til tingið.

Niðurstøðan er eitt frámæli at taka undir við uppskotinum. Bill Justinussen, Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen umboða Miðflokkin og Tjóðveldi í nevndini.

Løgtingið er burturav vorðið ein donsk stempulklokka. ABC-samgongan hevur stjórnað landinum í 4-5 mánaðir, og longu nú ber til at staðfesta, at hon ongan politik ætlar at reka yvirhøvur. Fíggjar- og búskaparpolitikkur er als ongin, tað varð staðfest, táið Fíggjarnevnd Løgtingsins mátti taka um endan í heyst.

Vælmannaða landsstýrið hevur lítið annað gjørt enn ligið og lúrt eftir, hvussu danir royna at snúgva sær í fíggjar- og búskaparkreppuni, og sohvørt sum lógaruppskot verða smíðað í donsku politisku skipanini, verða tey ófiltrerað varpað politisku skipan okkara at taka støðu til. Máttloysið er so víðfevnt, at heldur ongin roynd hevur verið gjørd fyri at samráða føroysk atlit í heildarloysnirnar. Onki samskifti hevur verið yvirhøvur. Fíggjarmarknaðurin er formliga danskur, men máti skal tó vera við undirbrotligheit.

Mjúkliga royndi løgmaður at koma á tal við danska forsætisráðharran um málið, men har var læst og fyribundið. Sjálvandi skulu samráðingar um fíggjargeiran haldast loyniligar, men at Føroya løgmaður ikki kann gerast partur av teimum, serliga táið ætlanin frammanundan hevur verið, at føroyski fíggjargeirin skal gerast partur av nýggja lógarsmíðinum, er tekin um, súmtomið, sum sigur frá okkara veruligu politisku støðu í heiminum.

18. januar 2009, eftir at danska stjórnin hevði gjørt eina sátt um ”kredittpakkan” við allar flokkar á fólkatingi, Eindarlistin undantikin, fær landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í skrivligari fráboðan at vita, at hann fer at fáa lógaruppskotið sendandi ein av fyrstu døgunum. Hóast alt hevur verið hildið í loyndum, bendir okkurt á, at annar av føroysku fólkatingsmonnunum hevur verið ríkiliga kunnaður um prosessina í málinum, tí tann 21. januar 2009 ger hann hesa viðmerking, meðan Høgni Hoydal spyr forsætisráðharran, hví løgmaður ikki hevur fingið svar, táið hann hevur spurt seg fyri um hin sorópta bankapakka 2:

” Ja tak. Lad mig starte med at sige, at jeg via mit samarbejde med regeringen og med Venstre har fået de informationer, der har været brug for i forbindelse med forhandlingerne om bankpakkerne.

Hr. Hoydals strategi går bevidst ud på ikke at samarbejde med regeringen, og han vælger at stå udenfor. Jeg ved, at statsministeren har været underrettet om, hvilke synspunkter den færøske lagmand har haft i forbindelse med forhandlingerne vedrørende bankpakke II. Desuden har den færøske lagmand offentligt udtrykt sin tilfredshed med samarbejdet med statsministeren i forbindelse med forhandlingerne.

Lad mig sige, at der er tale om et flot stykke politisk arbejde, og bankerne på Færøerne er meget tilfredse med bankpakken, og derfor stiller jeg mig uforstående over for hr. Høgni Hoydals kritik.

Spurt varð um bankapakka 2, sum fyrst og fremst snýr seg um núverandi løgtingsmál nr. 67/2008. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum varðar av málinum, fær onki at vita fyrr enn fleiri dagar eftir 18. januar 2009, ímeðan ein tilvildarligur fólkatingsmaður, valdur av sambandsfólki í Føroyum, bara við ábyrgd mótegis síni egnu samvitsku, veit alt um málið longu tann 21. januar 2009. Hesin leggur hartil dent á í orðaskiftinum henda dagin, at bankarnir í Føroyum eru sera væl nøgdir við ”pakkan”. Um orðini ikki eru ein ”nonsens-viðmerking”, tykist tað sum, at kommandovegirnar millum hjálandaveldið og hjálandið eru skeiklaðir í ríkiligt mát.

Búskaparstøðan í heiminum er avleiðingin av ov høgari gearing. Peningarenslið fór undir at liva sítt egna lív, eftir at tað var loyst frá øllum vanliga kendum virðum, eitt nú gullfóti og framleiðslu av veruligum virðum. Kynið í kapitalistisku skipanini er bara til vøkstur. Tá komið varð at teimum mørkum, at kendi brúkaramarknaðurin var mettaður, varð onnur leið roynd, har flutningur og søla av virðisleysum pappírum hildu hjólunum gangandi í eina tíð, hetta varð hin seinri so kenda turbokapitalisman, sum nú hevur skorðað seg fasta og sumstaðni hevur skolað alt omanav samfelagsskútuni – eitt nú í Íslandi. Hetta er avleiðingin av politiskari deregulering, fastatøkunum hjá kapitaláhugamálunum í politisku skipanini og fatanini og sannføringini um endaleysan vøkstur.

Sami politikkur hevur verið rikin í Føroyum síðan 2004. Ein monetaristiskur skattapolitikkur, sum hevði til endamáls at undirgrava almennu reguleringina og tjóðskaparpolitiska ambisjónsstøðið. Eldslóðirnar frá kreppuni í nítiárunum hava tó seinkað gongdini somikið, at vit ikki megnaðu heilt at ganga okkum út á líka so djúpt vatn sum onnur lond í vesturheiminum. Ein partur av tí, sum hent er síðani 2004, er ein sera umfatandi gearing í útlánspolitikkinum hjá peningastovnunum. Kappingin um at tveita lán eftir kundum og tøkan av øllum disponiblum frívirðum var eirindaleys. Fíggjarstovnarnir høvdu sum fremsta endamál at berjast á frælsa marknaðinum fyri avkastinum hjá sínum partaeigarum, og ongar almennar ásetingar vóru neyðugar fyri at tálma gongdini, tvørturímóti, m.a. varð kapitalvinningsskattalógin liberaliserað fyri at seta meira ferð á hjólini.

Føroya Banki, sum hevði verið almennur síðani skattaborgararnir bjargaðu fíggjargeiranum fyrst í nítiárunum, varð seldur. Bankavirksemið var betur skipað í privata geiranum, varð hildið. Afturvendandi gongdin, við almennum bankabjargingum í heiminum, sigur okkum tó somikið, at júst henda samfelagsfunksjónin liggur á markinum, har spurningur kann setast við, um fíggjargeirin ikki heldur átti at verið á almennum hondum. Hann verður ið hvussu er altíð hildin at vera somikið týdningarmikil fyri samfelagið, at almennu kassarnir mega spennast fyri, táið tað gongur galið.

Skulu bankar og sparikassar vera í privata geiranum, eiga teir at liva sítt lív røttu megin vatntætta skottið millum almenna og privata geiran, á sama hátt sum aðrar vinnufyritøkur, ið hava til endamáls at vinna pening til sínar partaeigarar. Ein grundgeving fyri at bjarga illa sperdu donsku bankunum er hon, sum stendur í viðmerkingunum: ”Kreditinstitutterne løser en væsentlig opgave i samfundsøkonomien.” Føroyingar munnu halda, at týdningurin av øðrum vinnufyritøkum er í minsta lagi ájavnur við týdningin hjá bankum og sparikassum í samfelagnum, og tykist grundgevingin tí ómetaliga søkt í hesum førinum.

Danski staturin ætlar at seta 100 milliardir krónur tøkar til fíggjargeiran at lána. Flestu eru samd um, at ringa støðan í danska bankaheiminum hevur rikið politisku skipanina til hetta átakið. Samfelagið tolir ikki vambakastið, sum hevði verið avleiðingin, um fleiri av stóru bankunum fingu trupulleikar. Tí er hetta fyrst og fremst ein ætlan, um onkursvegna at hóra undan í fíggjarkreppuni, sum í hesum døgum rakar allan heimin.

Endamálið er at vinna innaftur á eina slóð, sum hevur búskaparvøkstur við sær. Hetta kann tykjast paradoksalt, at man gearar meira í einum yvirgearaðum fíggjargeira, fyri at fáa búskaparvøkstur í einum frammanundan mettaðum brúkaramarknaði, hetta líkist mest av øllum stutttíðarloysnini hjá kellingini, táið hon royndi at verma sær tærnar við síni egnu hitaskipan.
Hetta er avleiðingin av, at vit at kalla ongantíð megna at seta vælferðarstøði í samfelagnum samsvarandi egnari uppdrift. Úrslitið er heita búskaparliga luftin, sum nú í eini evstu roynd skal bjargast við nýggjum almennum útlánspolitikki. Roynast skal, um ikki nakrir tøkir snúgvningar eru eftir í gevindinum, áðrenn alt brestur.

Landsstýrið ætlar, at føroyski fíggjargeirin skal gerast partur av hesi donsku ætlan. Tað kann møguliga tykjast rímiligt, táið hetta formliga er danskt politiskt ábyrgdarøki í Føroyum, men hóast umboð fyri peningastovnarnar sjálvandi fegnast um allar møguleikar, sum taka seg upp í teirra umhvørvi, so hevur viðgerðin í fíggjarnevndini ikki givið nakra ábending um, at føroyski fíggjargeirin hevur serligar áneyðir fyri hesi skipan í løtuni, og táið skotbráið er so stutt og loysnin so dýr fyri tey luttakandi, er tað lítið sannlíkt, at hesin møguleikin verður royndur hóast alt.

Sama landsstýrið hevur ongan leiklut havt í málsviðgerðini av hesum máli, og harvið hevur tað onga ávirkan havt á úrslitið, sum nú fyriliggur. Heldur ikki hevur landsstýrið roynt alternativa møguleikan at skipa føroyska fíggjargeiran undir egnum málsræði og harvið at finna eina føroyska loysn á møguliga tørvinum, sum er í føroyska peningarenslinum. Tað tykist sum, at núverandi regime, henda afturhaldssinnaða og sera sambandska samgongan, hevur sum endamál, at binda føroysk viðurskiftir, í mest møguligan mun, upp í danskar skipanir. Hetta er ein politisk ætlan, sum eftirhondini er rættiliga eyðsýnd, fleiri dømir eru um tað, royndin eftir 4-5 mánaðir í Tinganesi er, sum sagt, at Løgtingið ikki, síðan heimastýrislógin gjørdist veruleiki, í so stóran mun hevur verið ein donsk politisk stempulklokka.

Endamálið er endaliga at gera av við sjálvsfatanina sum egið fólk, egin tjóð, við sera góðum møguleikum at skipa seg sum nasjonalstatur við fullum og heilum heimildum á øllum økjum. Núverandi politiski veruleikin minnir um støðuna, táið danskir sosialdemokratar keyptu føroyingin ígjøgnum Javnaðarflokkin við donsku fólkapensjónini. Sum Erlendur Patursson, sáli, segði: ”Táið eitt annað land kemur við tilboði um at gjalda allar sosialu útreiðslur okkara, so verða veljararnir ov nógv freistaðir……”

Fráboðað er eisini, at landsstýrið um skamma stund ætlar at knýta okkum uppí eina danska skipan viðvíkjandi útflutningskreditti. Hendir tað afturat øllum øðrum, sum er uppi á døgum í politisku skipan okkara, er slagið um Føroyar tapt. Tað skuldu hóast alt verið partar av samgonguni, sum heldur vildu eina føroyska loysn á tí málinum, onkur teirra var fyrst og fremst skipaður fyri at menna eitt føroyskt vinnulív sum grundsúlu undir einum komandi stati, tí fær man seg illa til at trúgva, at alt er farið so fullkomiliga úr spónalagnum. Tað spyrst tó, um livst.

Samanumtikið mælir minnilutin Løgtinginum til at atkvøða ímóti løgtingsmálið nr. 67/2008. Prinsipielt, tí málið fløkir almenna og privata geiran, tí hetta eftir øllum at døma er ein dýr stutttíðarloysn, sum føroyskir peningastovnar lítlum og ongum brúki hava fyri, og serliga tí, at hetta er eitt sera stórt tjóðskaparpolitiskt afturstig fyri føroysku tjóðina.