Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ónøgd um væntandi útboð

Jóhann Lützen

Tað líkist ongum at fyritøkur í Klaksvík ikki so frægt sleppa at bjóða uppá uppgávur í býnum, nú seinast viðvíkjandi útiøkinum á Skúlatrøð, sigur Dávur Høgnason formaður í meistarafelagnum í Klaksvík

 

Fyrrapartin bóru vit tíðindir frá kommununi at útiøkið á Skúlatrøð varð komið væl áleiðis. Tað gekk ikki long tíð, so høvdu vit Dávur Høgnason, formann í meistarafelagnum í Klaksvík í horninum. Dávur harmast almikið, at lokalar fyritøkur ikki fáa kjans at bjóða uppá arbeiðir hjá kommununi. 

Tað er fyritøkan Arta úr Tórshavn sum stendur fyri hesari verkætlan. 

– Tað líkist ongum, at fyritøkur í Klaksvík ikki so frægt sleppa at bjóða uppá uppgávur í býnum, nú seinast viðvíkjandi útiøkinum á Skúlatrøð. Tað eru fleri dømir um tað sama og lokalu fyritøkurnar hava pláss í kalendarinum, sigur Dávur. 

Norðlýsið hevur tosa við stjórarnar í Kanjon, Norðhús og Malltek, sum allir vátta at teir ikki eru eftirspurdir viðvíkjandi útiøkinum. Andreas Josephsen, stjóri í Malltek sigur harnæst, at hann kennir seg meira ella minni útihýstan av kommununi, tí hann fær eingi arbeiðir. Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon sigur umframt at teir mangla arbeiði til teirra fólk. 

 

Vit raðfesta lokalar fyritøkur

Soleiðis sigur Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, tá vit biðja hann gera viðmerkingar til tað sum formaðurin í meistarafelagnum sigur. 

– Tað skal eingin ivi verða um at vit raðfesta lokalar fyritøkur. Júst í hesari verkætlan er støðan tann, at talan er um specialarbeiði, sum okkara ráðgevi metti vera av slíkum slag at veitarin sjálvur skuldi gera lendisarbeiði, sigur Eyðstein Poulsen frá. 

 

Harleywoodpaint