Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ónøgdir við svartkjaftabýtið

Oliver Joensen

Javnaðarflokkurin hevði fund í gjárkvøldið um svartkjaftabýtið, sum flokkurin hevur sett fokus á leingi, og niðurstøðan er hendan..

Niðurstøða frá floksleiðslufundi

Floksleiðslulimir Javnaðarfloksins hava í kvøld viðgjørt málið viðvíkjandi svartkjaftabýtinum. Floksleiðslan átalar harðliga, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ikki hevur hildið seg til samgongusemjuna, har landsstýrismaðurin bant seg til at boða vinnuni frá, at útbýttu eginkvoturnar einans eru galdandi fyri 2009 og at alt svartkjaftabýtið verður tikið til nýggja viðgerð fyri 2010 og fram.

Floksleiðslan staðfestir, at landsstýrismaðurin í hesum føri er í ferð við at útskriva ognarbrøv uppá fólksins ogn fyri milliarda virði, uttan at hava víst á greiðar og ítøkiligar grundgevingar fyri júst hesum býti.

Ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins hevur síðani januar gjørt vart við hesi viðurskifti og fær framvegis fullan stuðul frá floksleiðsluni at taka neyðug stig at fáa málið aftur á beint.

Javnaðarflokkurin heldur tað harumframt vera neyðugt at vísa á, at verandi býti kann vera til stóran ampa fyri fóðurvirkið Havsbrún og harvið eisini føroysku alivinnuna.

Tórshavn 17. apríl 2009

Harleyfacadeacryl