Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Open Doors ráðstevnu í Lívdini

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 28. oktobur til sunnudagin 30. oktobur hevur Open Doors eina spennandi ráðstevnu í Lívdini. Vit koma hoyra frá Ibrahim, sum er pastorur í Sýria. Hann hevur eina sterka søgu, um hvussu hann kom gjøgnum kríggið, og hvussu samkoman megnaði at yvirliva harðrendu forfylgingin av ISIS.

Eisini kemur Bitten Høgh, ið hevur verið trúboðari í Kina í 27 ár, at hava tveir fyrilestrar, um hvussu hon brúkti handilsvirksemi, at náa kinverjar við evangeliinum.

Monika Kunoy Sharp luttekur eisini, og kemur hon, at greiða frá hvussu kristin verða jagstrað í Suður Filippinunum.

Vit gleða okkum at síggja teg!

Skrá:

Fríggjakvøld                 20:00 Møti við Ibrahim

Leygardag                    11:00-11-45: Fyrilestur við Bitten Høgh (fyrri partur). Evnið er: “Hvussu brúkar handilsvirksemi                                       sum amboð í trúboðan.”

Steðgur:                             Ábit og Kaffi

Leygardag              12:15 -13:00 Fyrilestur við Bitten Høgh (seinni partur).

 

Leygarkvøld                 18:00 Møti við Moniku Kunoy Sharp og Jens Kristian Jensen

 

Leygarkvøld                 21:00 Ungdómsmøti við Ibrahim

 

Sunnumorgun              11:00 Møti við Róa Norðoy