Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið bræv til Ewald Kjølbro

Rói Matras Absalonsen

Vit, sum búgva her norðuri, brúka tunlarnar hvønn dag og brúka teir alt døgnið. At tit biðjaborgarstjórarnar í Viðareiðis og Hvannasunds kommunu um at finna eina tíð at hava tunlarnar opnar, sum passar teimum flestu best, vísir, hvussu illa tit skilja, hvørja støðu tit seta okkum í.

Opið bræv til Ewald Kjølbro á Viðareiði 26. september

Eg vil hervið mótmæla æltanini um at steingja tunlarnar norður um fjall í 6 mánaðir.

Av tí at tunlarnir eru lívsæðrin hjá okkum, sum búgva her norðuri, kann tað als ikki góðtakast, at

tunlarnir verða stongdir hvørja nátt í eitt hálvt ár, og íbúgvararnir bert sleppa at koyra ígjøgnum ávís

tíðarskeið á náttini.

Vit, sum búgva her norðuri, brúka tunlarnar hvønn dag og brúka teir alt døgnið. At tit biðja

borgarstjórarnar í Viðareiðis og Hvannasunds kommunu um at finna eina tíð at hava tunlarnar opnar,

sum passar teimum flestu best, vísir, hvussu illa tit skilja, hvørja støðu tit seta okkum í. Arbeiðsfólk, ið

arbeiða hinumegin tunlarnar, arbeiða sera ymiskar vaktir, summi eru liðug kl 23, onnur á middnátt,

onnur klokkan 01, aftur onnur kl. 02; og so eru tað onnur, sum eru bundin at sleppa ígjøgnum tunlarnar

alt døgnið.

Afturat tí er tað ungdómurin, ið brúkar tunlarnar nógv til tað sosiala lívið, eisini seint um kvøldið og

náttina. At tey brádliga missa hetta sosiala sambandið kemur at hava ein sera neiligan hugburð hjá

teimum til at búgva norðanfyri.

Vit, sum búgva her norðuri, eru nóg nógv pressað av, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall av politiskum

ávum eru útsettir fleiri ferðir. At Landsverk saman við SEV nú leggur stein oman á byrðu, kann eg als

ikki góðtaka.

Tí vil eg sum borgari í økinum inniliga heita á teg saman við SEV at finna eina aðra loysn.

Vinarliga

Rói Matras Absalonsen