Tað er skelkandi at lesa í fjølmiðlunum hvussu politi alment hevur valt ikki at verja ein ávísan samfelagsbólk!
Fyrst verður ein samkyndur álopin ella happaður á eini matstovu! Síðan verður viðkomandi forfylgdur! Nakrar dagar seinri verður sami persónur ringdur upp fleiri ferðir heima við hús av ókendum manni, sum hóttir samkynda mannin við lívinum!
Sambært fjølmiðlunum eru fleiri vitni sum hoyra telefonsamrøðurnar!
Hetta er skelkandi og hoyrir ongastaðni heima.
Tað sum tó skelkar enn meira er at varapolitinspektørurin í fjølmiðlunum sigur at politiið far einki gjørt – tí persónurin, sum er miðpunkti fyri hesum ógvusliga áganginum, er samkyndur.
Tað má vera eitt krav at tey samkyndu fáa somu verju sum onnur – og tí eigur fútin at ger greitt at eisini tey samkyndu vera vard av politinum, tá tey verða hótt við lívinum ella tá harðskapur verður framdur móti teimum.
Hóast vit kunnu vera ósamd um etiskar spurningar so er eingin ivi um at lógin eigur at verja allar borgarar í hesum landinum. Er neyðugt at tillaga lógina soleiðis at allir samfelagsbólkur vera vardir, eigur tað at vera gjørt.
Ikki samdur við Tjóðveldisflokkin og Løgmann
Hinvegin er eitt langt lop frá tí málinum, sum nú koyrir í miðlunum og so til uppskotið um skrásett parlag, sum Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt seg til talsmann fyri.
Teir bólkar í samfelagnum, sum nú eisini Føroya Løgmaður tekur partí við, og sum m.a stríðast fyri skrásettum parlagi, ætlað meira enn hetta. Tey vilja eisini at tey samkyndu skulu kunna giftast í kirkjum og at tey samkyndu skulu kunna ættleiða børn.
Tað er hetta slagið av samfelag, sum undirritaði ikki vil hava, sjálvt um hetta er galdandi í ávísum býi í USA.
Vit leggja okkum sjálvandi ikki út í hvussu danir og aðrir útlendingar skipa síni samfeløg, men vit vilja vera við til at avgera hvussu føroyska samfelagið verður skipa og júst tí hevur tað alstóran týdning at føroysk lóggáva er grundað á føroyska mentan og siðalæru.
John William Joensen
Norðoya Sambandsfelag




