Skála 02.03.2016
Opið bræv til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi kommunalum sáttmálum sum verða gjørdir undir kommunusamanleggingum.
Fylgdi við áhuga við, tá sáttmálin var undirritaður ímillum Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu, við hjáveru av Siri Stenberg. Nógvar kommunur hava óiva slíkar sáttmálar, tí metið eg at hettar hevur almennan áhuga, at fáa at vita um slíkir sáttmálar hava nakað virði.
Vit á Skála og í Skálafirði standa við einum sáttmála, sum er samtyktur á bygdaráðsfundi á Skála og í Runavík tann 10.10.2001, og er undirritaður av báðum borgmeistarunum. Hesin sáttmáli er góðkendur og undirritaður tann 12.11.2001, av Annfinni Kallsberg, løgmanni.
Hetta samstarv hevur gingið væl, so at ikki hevur veri neyðugt at fara í sáttmálan aftur fyrrenn nú, tað hevur eydnast Magnusi Rasmussen, ið var borgarstjóri inntil ársskiftið 2015/2016, saman við einum meiriluta í Runavíkar kommunu, at taka sambýlið frá Skála og Skálafirði, og bera út á Strendir, saman við 6,4 milliónum av okkara skattakrónum.
Hettar metið eg vera grovt sáttmálabrot.
Sambýlið á Skála/Skálafirði var tað fyrsta sambýli sum var sett á stovn í landinum, og var hettar í1994. Nú eru bygdirnar her, Skála og Skálafjørður einastu bygdir í landinum, har sambýli verður tikið við politiskum valdi. Hettar er sera ørkymlandi, at vera niðurgjørdur soleiðis av okkara egnu kommunu. Vit skilja hettar ikki.
Jørgin Bech
Pensionistur á Skála




