Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið hús á Barok og Fortuna leygardagin

John William Joensen

Nýggju eigararnir á Barok og Fortuna, Karl Marius Poulsen og Rene Jensen bjóða til móttøku í Barok leygardagin millum kl. 14 og 17.

Nýggju eigararnir av Barok og Fortuna siga, at í byrjanini verður fyritøkan drivin sum frammanundan, men at teir í framtíðini hava ætlanir um at víðka um virksemið, soleiðis at opið eisini verður hóskvøld og sunnukvøld.
Fyribils verður so dansur í Barok og Fortuna fríggjakvøld og leygarkvøld og harafturat fer at bera til hjá bólkum at leiga seg inn á Fortuna til størri os smærri samkomur, fyrilestrar fundir og annað  og á matarskránni eru búffar, oksafilet, grýturættir, smyrjubreið og annað. Eisini ber til eins og frammanundan at biðja um mat út av húsinum.
Í kvøld (fríggjadagin 8/4-05) verður dansur í Barok har Allan Poulsen vendur plátum og leygarkvøldið verður dansur við Allan Poulsen, Kristian Joensen og Martin Kjærbo. Leygarkvøldið er frí atgongd.
Hølið har Pizza 67 er, er útleiga til teirra og teir halda áfram sum higartil.
Dagligur leiðari á Barok og Fortuna verður Karl Marius Poulsen og tað verður hann, sum viðskiftafólk dagliga fara at koma í samband við.
Sum sagt, so verður móttøka í Barok og Fortuna nú leygardagin millum kl. 14 og 17 og øll eru hjartaliga vælkomin, skulu vit heilsa og siga.