Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið hús á Tekniska Skúla í Klaksvík

John William Joensen

Í síðstu viku hava dyrnar á Tekniska Skúla verið opnar fyri vitjanum frá næmingum úr fólkaskúlunum kring landið.

Umframt skúlarnar í Eysturoynni hevur Eysturskúlin eisini verið og vitjað – nú týsdagin koma skúlarnir í Klaksvík Òsáskúlin og Ziskatrø á gátt.
À vitjanini er høvið at síggja hvat lærlingar og SIT næmingar fáast við á ávikavist el, maskin og timburdeildini.
Ì Stórustovu er eitt slag av eksperimentarium har HT-næmingar vísa hvat teir arbeiða við, millum annað, tvørfaklig verkætlan um heilsu og lívstíl, Ph- virði, alisfrøði, prosess og matvøra og at enda kann ein fara á "biograf" og síggja onkran film sum er gjørdur í lærugreinini miðlar og samskifti.

Umsóknarfreistin til SIT og HT er tann 15 mars 2006.