Opið hús í Býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 7. mai- Skráin sær soleiðis út:Kl. 11.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini
Opið hús í Býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 7. mai
– Skráin sær soleiðis út:
Kl. 11.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini
Kl. 12.00 Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri – Føroya Húsarhaldsskúli, nú og í framtíðini (fara at byggja nýggjan skúla í miðbýnum)
Kl. 12.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik
Kl. 13.00 Heini Ellingsgaard, verkfrøðingur SMJ – greiðir frá um Sjóhitaskipanina
Kl. 13.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik
Kl. 14.00 Skúlatrøð nýbyggingin – Svend Sivertsen, arkitektur hjá FuglArk greiðir frá um byggingina av stóru og spennandi skúlaverkætlanini.
Kl. 14.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik
Kl. 15.00 Regin Jacobsen, stjóri – Bakkafrost, útbyggingin á ídnaðarøkinum á Strond – heimsins størsta alistøð.
Kl. 15.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik
Kl. 16.00 Ósbjørn Jacobsen, arkitektur – Miðbýurin í Klaksvík, hvussu bleiv hann evnaður til?
Kl. 16.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini
Eisini ber til at síggja framsýningar av ymiskum verkætlanum, sum verið hava seinastu 10 árini í kommununi, og Norðlýsið sýnir fram myndir av tunnilsarbeiðinum.
Høvi er eisini at hyggja seg um í býráðshúsinum, og at skoða Klaksvíksfarið, listaverk eftir Edward Fuglø.
Kaffi og okkurt gott verður at fáa – øll eru vælkomin!




