Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið hús í ÍÐKA

(Hannefía Joensen)

Fríggjadagin 4 apríl verður opið hús í ÍÐKA millum kl. 17.00 – 19.00

Jógvan Johannesen hevur higartil rikið Íðka í Klaksvík sigur, at fríggjadagin 4. Apríl verður opið hús í Íðka ímillum kl. 17.00 og 19.00 har øll eru vælkomin inn á gólvið.

Við at leggja saman við Yndifitness, fáa viðskiftafólk okkara fleiri fyrimunir. Eitt nú fara vit frá at hava havt opið 20 tímar um vikuna, til at hava opið 60 tímar um vikuna. Harafturat fáa tey, sum eru viðskiftafókk hjá ìðka eitt limakort, ið eisini gevur atgongd til Yndifitness í Tórshavn. Tað sama er sjálvandi eisni galdandi fyri Yndifitness viðskiftafólk, sum koma til Klaksvíkar.

Samstarvið ber eisini í sær, at Íðka hevur fingið fleiri maskinur av merkinum Techongym og eisini fara vit at hava persónligar venjarar á staðnum.

Okkara dagligi leiari verður Tordur Sigurðsson, sum er gamalur í garði. Tordur hevur arbeitt og vant, stórt sæð síðan vit byrjaðu við Íðka, sigur Jógvan Johannesen víðari.
Jógvan sigur víðari, at fyritøkur eru sera vælkomnar at fáa sær tíðir til starvsfólkini í Íðka. Nú ber nevniliga til at trekkja limagjaldið frá í roknskapinum, so hetta átti at verið eitt gott høvi hjá handlum og virkjum at hugsa um vælferðina hjá starvsfólkunum.

Um onkur ivast í nøkrum í hesum sambandi, so eru tit altíð vælkomin norður í Skálagarð ti eitt prát og hava tit hug, so er fyrsti venjingartímin ókeypis.

Harleywoodpaint