Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Opið kloakrør mitt í Klaksvík

Jóhann Lützen

Niðriundir Seglvirkinum liggur eitt opið kloakrør, sum bæði dálkar og luktar illa. Tað sær ikki tespiligt út, serliga tá hugsa verður um, at børn og onnur nýta økið at spæla og hugna sær í, nú summarið er í hondum.

Kloakrør eiga at enda í einum reinsiverkið. Kommunan hevur arbeitt í økinum, men er eftir øllum at døma farin burtufrá hesum rørinum.

Hetta hevur ligið soleiðis í eitt ár, siga fólk sum Norðlýsið hevur tosa við. 

Norðlýsið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá kommununi, men tað hevur ikki eydnast. Vit royna at fáa eina viðmerking í leypi av degnum.