Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opin illstøða millum Kallsberg og Hoydal

John William Joensen

Løgtingsformaðurin hótti við at takað orðið frá fyrrverandi samgongufeløgunum.

Undir viðgerð av tingmálið viðvíkjandi norðurlandaráðnum kom tað enn einaferð til sjóndar at luftin millum føroysku fólkatingslimirnar Høgna Hoydal og Annfinn Kalsberg er ísakøld.

Kallsberg vísti m.a. til at Høgni Hoydal sambart egnum flokslimi var meistari í at manipulera og fanst at formanni tjóðveldisflokksins at hann gav donsku stjørnunu skyldina fyri alt sum ikki var eftir vild hjá føroyingum.

Høgni Hoydal segði at tað var Anfinn Kalseberg sjálvur sum einsamallur avlýsti fráboðaðu fólkaatkvøðuna sum seinasta samgonga annars hevði boða frá.

Formaðurin minti á at um tinglimir ikki vildu halda seg til málið sum var til viðgerðar fór hann at brúka tingskipanina sum gav honum heimild til at taka orðið frá tinglimunum.