Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opinleiki, gjøgnumskygni og nærleiki

Kristian Eli Zachariasen

Fyrr í ár samtykti Klaksvíkar Kommuna, at býráðsfundir skula streamast á netinum. Arbeitt hevur verið við málinum í eina tíð og hevur eitt ávíst samskifti verið við ymiskar fyritøkur, ið kunna veita slíkar loysnir. Nú er so gott sum komið á mál.

Á fíggjarnevndarfundi í síðstu viku varð samtykt, at ma skal royndarkoyra eina loysn. Ætlanin er, at taka skipana í nýtslu til býráðsfundin í oktober.

Opinleiki, gjøgnumskygni og nærkeiki er eitt av aðalmálinum hjá undirritaða og borgar streaming av býráðsfundum eisini fyri størri opinleika, gjøgnumskygni og nærleika.

Ikki verður steðgað við streaming, at fáa størri opinleika, gjøgnumskygni og nærleika – Ætlanin er at seta onnur tiltøk í verk, ið vónandi koma at fáa borgaran í Klaksvíkar Kommunu eitt stig nærri Kommunini og eru uppskot løgd fram fyri umsitingina hesum at frama.

Kristian Eli Zachariasen

Býráðslimur