Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opinleiki og gjøgnumskygni

John William Joensen

Klaksvíkar Býráð hevur kunngjørt, at farið verður undir at leggja postlistan hjá kommunini út á alnótina.
Við hesum fer at bera til hjá okkum øðrum, at fylgja við, hvør skrivar brøv til býráðið og um hvat. Hetta má sigast at vera ein kollvelting í hugburðinum hjá kommununi, tí higartil hava mál, sum vit hava hildið verið almenn, verið hildin tætt at kroppinum í býráðnum, soleiðis at illa hevur bori til at fylgt við, sjálvt á almennum býráðsfundum.
Um tað er rætt at byrja við postlistanum tá farið verður undir at gera samskifti ímillum borgarar og kommununa meira opið er kanska ivasamt, tí tað vendir tann vegin, at tú fyrst almannakunngerð tað borgarin sendir kommununi og í veruleikanum ikki tað, ið fer fram í húsinum, og tað er vælsagtans tað sum fyriferðst í húsinum, sum vit onnur hava hugsa um, tá vit hava hoyrt politikararnar tosa um opinleika og gjøgnumskygni.
Men sjálvandi, tað ber á rætta borðið, tá byrjað verður í øðrum endanum.
Tað sum vit, sum fáast við at skria um lokalsamfelagið, hinvegin mangan hava sóknast eftir, er nakað so banalt sum innlit í tað, sum verður viðgjørt á almennum býráðsfundum.
Í fyrsta lagi fáa vit eina skrá yvir opnu býráðsfundirnar, sum sigur lítið og onki, harnæst vísir henda vælsignaða skráin mangan til skriv, tekningar, brøv og annað, sum liggur í málinum, sum vit als ikki fáa nakað sum helst at vita um tá vit møta til almennu býráðsfundirnar, og tí er sera trupult hjá okkum at fylgja við í orðastríðnum á almennu býráðsfundunum.
Í øðrum lagi, kemur meira enn so fyri, at mál, sum áttu at verið á almennum býráðsfundum vera viðgjørd fyri læstum hurðum og hetta er nakað, sum vit helst roknaðu við fór at vera nortið við, tá tosað var um opinleika og gjøgnumskygni.
Hvussu akkurát býráðið ætlar at fara fram, tá postlistin verður lagdur út, hava vit ikki sett okkum nóg væl inní. Men sum vit hava skilt ætlanina, so hendir ikki so nógv annað enn at borgarar kunnu fara inn á heimasíðuna at kunna seg um, hvat aðrir borgarar hava skrivað til býráðið.
Tað í sær sjálvum letur ikki meira upp fyri tí, ið fyriferðst í býráðshúsinum. Tað sum hevði verið áhugavert var, um vit, eftir at hava sent býráðnum eitt bræv, skriv ella umsókn, á heimasíðuni høvdu kunna fylgt við brævinum og javnan fari inn á heimasíðuna at vita hvar brævið endaði og nær vit fingu svarið, stutt sagt, at vit kundu fylgt brævinum gjøgnum nevndir og býráðsfundir, soleiðis at vit sjálvi kundu gjørt vart við okkum, um brævið lá ov leingi í onkrari skuffu. Tað hevði verið tænasta til borgaran og av sonnum almennur opinleiki og gjøgnumskygni. Um so er, at vit borgarar við hesi ætlan bert sleppa at lesa brøv, hvør hjá øðrum, so er lítið vunnið.
Men sum sagt, undirstrikast skal einaferð enn, at vit hava ikki sett okkum nóg væl inn í málið enn, men hava omanfyri bert nýtt tað vitan vit hava fingið ígjøgnum fjølmiðlarnar.
Hinvegin skal sigast, at um omanfyrinevnda er ætlanin, so hevði ivaleyst verið betur um býráðið hugsaði seg um einaferð enn.