Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Optimistiskir TB áskoðarar stevna til Klaksvíkar

Jákup Ósá

TB skipar fyri bussferð til Klaksvíkar á tunnilsdegnum leygardagin, nú Effodeildin fer í gongd. Einherjar við nýggjum sangi.

TB skipar fyri bussferð til Klaksvíkar á tunnilsdegnum leygardagin, nú Effodeildin fer í gongd.

Niels Petersen er er formaður í fjepparafelagnum hjá TB, ið kallast Einherjar og sum gjørdi nógv um seg í fjør. Hann sigur, at áhugin har suðuri er stórur fyri dystinum.

Tað verður savnast við Irish Pub í Havn haðani farið verður við bussi til Klaksvíkar. Farið verður úr Havn kl. 11.25. Áhugin er stórur, og vit vænta fitt av TB fjepparum í Klaksvík leygardagin. Veit um fleiri, ið ferðast í egnum bili eisini, so tað verður bæði stuttligt og spennandi, sigur Niels Petersen. Hann leggur afturat, at kostnaðurin fyri vaksin er 100 kr. Og fyri børn 50 kr. Koyrt veður aftur úr Klaksvík beint eftir dystin.


Til kappingarárið í ár hava Einherjar annars fingið sín egna sang, ið kann síggjast niðanfyri. Eyðun Nolsøe hevur gjørt lagið, skrivað orðini og syngur sjálvur.