Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orð og myndir: Malan Joensen: MáF stevna við forumteatri!

Norðlýsið

Árliga MáF-stevnan verður á Føroya Fólkaháskúla 9.-11. mars 2007

Endamálið við MáF-stevnuni er at fáa savnað so nógv sum gjørligt av teimum mongu, ið fáast við áhugaleik, at tosa og kjakast um tey viðurskifti, áhugaleikarar virka undir. Temað á hesi stevnuni verður for¬umteatur.

Forumteatur er ein serligur leikháttur, har tú við einum heilt stuttum leiki lýsir eina trupla og kanska provokerandi støðu (t.d. at onkur verður happaður á arbeiðsplássinum ella í skúla¬garð¬inum). Sami leikur verður spæld¬ur fleiri ferðir. Fyrstu ferð endar hann ikki væl. Næstu ferð¬i¬na, leikurin verður spældur, kann á¬skoð¬arin blanda seg uppí við at broyta reaktiónina hjá teim¬um ymisku leikarunum, soleiðis at endin gerst positivari.

Forumteatur verður nógv brúkt, eitt nú í menningarlondum til tess at aktivera og upplýsa fólk um síni rættindi, ið er so alneyðugt í einum demokratiskum samfelag.

Tað var brasilski leikstjórin Augusto Boal, ið fann upp á forumteaturformin einaferð í seksti¬ár¬un¬um. Ein av forumteaturgreinunum er tað ósjónliga teatrið, ið er nógv útbreitt í londum sum Nepal, har stórur partur av fólkinum eru analfabetar og ikki kenna síni rættindi. Tað ósjónliga teatrið, ið verður spælt á gøtunum, virkar so¬leiðis, at áskoð¬arin veit ikki, at hetta er teatur, tá ið hann blandar seg uppí.

MáF-stevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 19.00. Eftir stutta hugnaløtu við drekkamunni og øðrum góð¬um, verður farið í gongd við forumteatur. Tað eru Ung í MáF, sum skipa fyri.

Leygarmorgunin 10. mars byrjar við aðalfundi í MáF. Hann verður kl. 10.00, eisini á Háskúlanum.

Seinrapartin verður hildið á við forumteatri.

Kl. 19.00 verður farið í Sjónleikarhúsið, har sum leikurin “Survivers” verður frumsýndur.

Forumteatrið heldur so fram sunnudagin frá kl. 10.00 til kl. 15.00.


Stað:     Føroya Fólkaháskúli

Tíðarskeið:     Fríggjakvøldið 9. mars kl. 19.00 til sunnudagin 11. mars kl. 15.00

Máltíðir:    Kaffi/te fríggjakvøldið, 2 ferðir leygardag og 2 ferðir sunnudag
Morgunmatur leygar- og sunnumorgun kl. 9.00
Døgurði leygar- og sunnudag kl. 13.00

Kostnaður:     Gisting á 2-mannakamari: 150,00 kr. fyri náttina at gjalda
á konto-nr. 9181-185.132.4 í seinasta lagi 6. mars

Tekning:     Hjá MáF, tlf. 315624/285624 ella maf@maf.fo ikki seinni enn týsdagin 6. mars 2007.


MáF-stevnan er fyri allar sónleikahugaðar føroyingar, ungar sum gamlar, royndar leikarar sum óroyndar.