Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Organistfelagið ráðstevnu um organistfakið

Jóhann Lützen

Týskvøldið 20. Juni helt Organistfelagið aðalfund í Fuglafjarðar kirkju

 

Organistfelagið varð stovnað í 2002 og tí var hetta aðalfundur nr. 20 hjá felagnum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Organistfelagnum eru m.a. at:

  • At tryggja neyðugu tilgongdina til organiststarvið, so allar kirkjur hava organist til sínar tænastur.
  • At virka fyri góðum fíggjarligum og karmum hjá organistum
  • At menna verandi organistundirvísing og útbúgving organistútbúgving her á landi.
  • At menna kirkjutónleik yvirhøvur í føroysku kirkjunum.
  • At vera stuðulsfelag fyri organistar

Organistfelagið skipar javnan fyri skeiðum í orgulspæli, og kemur í heyst ætlandi eisini at skipa fyri eini ráðstevnu um organistfakið og leiklutin hjá organistum í fólkakirkjuni. Felagið leggur eisini kunning um sítt virksemi og orgulfakið út á www.orgul.fo

Verandi nevnd varð afturvald á aðalfundinum, og hevur hesa samanseting:

  • Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju – formaður
  • Albert Pæturson, 1. organistur í Hoyvíkar kirkju – skrivari
  • Óli Nicodemussen, organistur í Ebenezer – nevndarlimur
  • Jóhanna Johannesen, organistur í Christianskirkjuni – nevndarlimur
  • Arni Petersen, organistur í Gøtu og Leirvík – eykalimur
  • Anita Ellendersen, organistur í Hoyvík – eykalimur