ORKA og Tutl skrivaðu í desember í fjør undir lisenseringssáttmála við franska plátufelagið Ici d’ailleurs.
Ici d’ailleurs er millum mest respekteraðu indie-plátufeløgini í Frankaríki og standa m.a. fyri útgávur hjá Yann Tiersen, Variety Lab og Matt Elliott.
Ici d’ailleurs hevur júst útgivið plátuna hjá ORKA Livandi oyða í Frankaríki, Týsklandi og Italia, og ætlanin er at plátan eisini kemur út í Japan, Grikkalandi og USA seinni í ár. Tó at innihaldið er tað sama sum á útgávuni, ið Tutl útgav í fjør, er sniðgivin nýggjur húsi, og umframt at vera útgivin á fløgu/DVD, er tónleikurin analogt re-mastraður og fæst nú eisini á 12" LP.
Tú kanst vitja Ici d’ailleurs her: www.icidailleurs.com
ORKA myspace: www.myspace.com/orkaonline
ORKA web: www.orka-online.com
Tutl web: www.tutl.com




