Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ORKA konsert í Royal Festival Hall í London

John William Joensen

Royal Festival Hall er millum týdningarmestu spælistøðini í Europa og hava fyrr hýst heimsnøvn innan tónleik s.s.

ORKA spælir í annaðkvøld, 19. apríl 2009, konsert í glæsiliga Royal Festival Hall í London. Royal Festival Hall er millum týdningarmestu spælistøðini í Europa og hava fyrr hýst heimsnøvn innan tónleik s.s.

The Beatles, Rolling Stones, Bob Dylan, Pink Floyd, umframt eina ørgrynnu av klassiskum tónleiki og operaum. Limirnir í ORKA, sum í løtuni eru í Royal Festival Hall, í holt við at fíninnstilla serligu, heimagjørdu ljóðførini, siga seg vera sera spentar og stoltar yvir møguleikan at spæla í legendariska konsertsalinum.

Til konsertina spælir Jens L. Thomsen pelabass og samplarar, Bogi á Lakjuni, sergjørda streingjalampu, Jógvan Andreas á Brúnni slær á tunnusett, Ólavur Jákupsson syngur, spælir á fløskuorgul, hvørvistein og samplarar og Kári Sverrisson syngur og spælir á hydroharpu.

Konsertin í London er síðsta konsertin í eina tíð við Kára Sverrissyni sum sangara, og tá ORKA í næstu viku spælir í Reykjavík, syngur Eivør Pálsdóttir. Aftan á túrin í Íslandi spælir ORKA tvær konsertir í Føroyum, til stuðulstiltak fyri Ghana í Norðurlandahúsinum 7. mai og til umhvørvisvikuna í Tórshavn 9. mai.