Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Orkestrið Ælabogin 20 ár

Tíðindaskriv

28. september í 1990 savnaðust nøkur fólk í kjallaranum í Skansastovu. Hetta vóru fólk við serligum avbjóðingum, sum fegin vildu spæla tónleik.

Initiativið kom frá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Sámal Bláhamar, sum hevði verið í Noregi á stevnu hjá Kiwanis, hevði sæð eitt tílíkt orkestur. Hann hevði vent sær til Napolion Nólsoy, og høvdu teir bjóðað Lillehammers Brassband til Føroya. Teir høvdu nøkur ljóðføri við, og vóru tey handað TKU, sum ein hjálp at byrja orkestrið.

Fyrsti leiðarin hjá orkestrinum var Annika Højgaard.

Farið var í gongd við góðum treysti. Seinni varð Brandur Øssurson og Sámal Andrias Weihe eisini leiðarar. Núverðandi leiðarar eru Johan Hentze, Katrin Jørgensen, Eirikur Skála og Annika Højgaard. Trý tey síðstu hava verið ávíkavist 15 og 20 ár.

Tónleikararnir hava møtt trúðfast til venjingar, og dáma sera væl at vera í orkestrinum. Fleiri næmingar fáa regluliga undirvísing, og eru tað lærarar í musikkskúlanum, sum undirvísa teimum. Hetta samstarv hevur verið sera gott.

 

 

Orkestrið Ælabogin hevur eisini verið fleiri uttanlandsferðir. Vit hava verið á festivalum í Oslo, Hønefoss, Tróndheimi og Lillehammer, sum líknandi orkestur í Noregi hava skipað fyri. Á hesum festivalum møtast øll orkestrini, hava konsertir runt í býnum og enda við eini veitslu. Nógv vinarbond eru knýtt millum spælararnar, og spenningurin er stórur at síggjast aftur.

 

 

Afturat noregstúrunum, hava vit verið konsertferð í Spania. Har spældu vit á einum verkstaði fyri fólk við menningartarni. Hetta var ein stór uppliving. Vit spældu eisini á einum barnaskúla og einum almennum stað. Tað var stuttligt hjá Ælaboganum at uppliva suðurlendsku sólina og fólkið har býr.

Vit hava sjálvandi eisini ferðast í Føroyum og spælt konsertir. Spælararni í Ælaboganum elska at spæla saman og at spæla fyri øðrum.

 

 

Øll árini hevur Ælabogin havt konsertir nakrar ferðir um ári. Á hvørjum ári hava vit havt várkonsert, og spælt á Verkstaðnum Vón um jóltíðir. Eisini hava vit spælt í kirkjum og til ymisk tiltøk, tá heitt hevur verið á okkum. Eitt árligt hæddarpunkt hevur eisini verið Musikkstevnan hjá føroysku áhugaorkestrunum.

 

 

Tað, sum øll árini hevur eyðkent Orkestrið Ælabogan, er gleðin við at spæla tónleik. Vit spæla eftir litum. Reyði liturin er grundljómurin (tonika), blái liturin 5.sæti (dominantur) og guli 4.sæti (subdominantur). Nakrir spælarar spæla melodi, ímeðan onnur spæla tónar í ljóminum. Vit hava eisini ein góðan rytmubólk við bassi, trummu og tangentum.

 

20-ára jubileumið verður hildið í hølunum hjá Dansifrøi í Havn.

Jubileumskonsert verður leygardagin 29. sept. kl. 16:00

Har verður m.a. frumframførsla av verkinum ”Ælavegur – Ælaveður”, sum Atli K. Petersen hevur skrivað til høvið. Á konsertini fara eisini GHM og Havnar Hornorkestur at spæla.

Aftaná konsertina verður stór veitsla fyri innbodnum.