Á triðja sinni verður skipað fyri Orkustevnu í Tórshavn. Talan er um eina sølustevnu og eina røð av fyrilestrum í tveir dagar.
Stór stig eru tikin fyri at fremja eina grønari kós fyri Føroyar. Nevnast kann vindmyllulundin í Húshaga, løðistøðir til bilar, kommunur orðað grønan politikk og útbúgving.
Somuleiðis er hugburðurin hjá fólki til grønar loysnir broyttur munandi. Hetta sæst í útboðnum av vørum og tænastum. Fleiri fólk ogna sær orkuvinaligar loysnir, so sum hitapumpur, bjálving, jarðhita, vindeygu, bilar og aðrar loysnir.
Tað er endamálið við Orkustevnuni! At kunna um grønu loysnirnar á marknaðinum á einari stevnui, og lata almenningin síggja og hoyra meira um júst hesar vørur og tænastur.
Á Orkustevnuni í ár luttaka fleiri fyritøkur enn áður og úrvalið av vørum og tænastum óguvliga breitt. Skrá og yvirlit yvir framsýnarar sæst á www.orkustevnan.fo
Tórshavnar Kommuna, SEV, Fróðskaparsetur Føroya og Umhvørvisstovan stuðla Orkustevnuni.
Orkustevnan er almenn, og ókeypis atgongd er til stevnuna og allar fyrilestarnar. Orkustevnan verður hildin í Høllini á Hálsi í døgunum 19. og 20. mai.




