Eftir at Norðlýsið fleiri ferðir hevði sent áheitan til Heðin Mortensen um at koma við einum íkasti til kjakið sum formaður í Kommunusamskipan Føroya, har vit bóðu hann greiða frá, hví so lítið er hent á økinum síðan 2008, tá ið tilráðingin kom frá Búskaparráðnum – kom borgarstjórin í Havn við einum ljótum illsinnisglepsi.
Eftir at Norðlýsið fleiri ferðir hevði sent áheitan til Heðin Mortensen um at koma við einum íkasti til kjakið sum formaður í Kommunusamskipan Føroya, har vit bóðu hann greiða frá, hví so lítið er hent á økinum síðan 2008, tá ið tilráðingin kom frá Búskaparráðnum – kom borgarstjórin í Havn við einum ljótum illsinnisglepsi.
Formaðurin í KSF skrivar soleiðis um tilráðingina frá búskaparráðnum:
….Tilmælið var so óveruligt, at ongin politikari tók tað í fullum álvara, og tí fekk tað onga umrøðu. Orsøkin var, at fyri at fremja tilmælið kravdist, at ongar kommunur, ella í mesta lagið 4 til 7, skuldu vera í Føroyum.
….. Talan var um reinan planbúskap, har kommunur, ið skaptu framburð, ongan ágóða fingu, meðan aðrar kundu liggja upp afturá og bíða eftir útjavningini.
Tí kom eingin slík skipan. Men kortini verður enn tosað um eina slíka. Trupulleikin er, at tað ljóðar sum um at summi halda, at útjavning snýr seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur – og so javna munin um alt landið!….
Síðani kom formaðurin í KSF við einari langari svátu um, hvussu Havnin altíð er fyri mismuni, og hvussu onnur altíð øvunda Havnini.
… Heldur enn at øvunda áttu vit at fegnast um, at vit hava ein sterkan høvuðsstað, sum megnar at raðfesta, so vit kunnu gera hesar íløgur, ein høvuðsstað, sum kann virka savnandi, og sum føroyingar kunna vera stoltir av og fáa gagn av.
…Skrivingin hjá Norðlýsinum hevur eittans endamál, at seta øki og kommunur í landinum upp ímóti hvørjum øðrum, og at sáa misnøgd og øvundsjúku fyri einhvønn prís. Hetta er ikki føroyingum ella Føroyum at gagni….. skrivar formaðurin í KSF.
Ósakligur formaður
Fyri tilráðingina frá Búskaparráðnum er tað líkamikið, um skattakrónurnar stava frá einum borgara, sum er lærari í Havn ella frá einum sjómanni, sum siglir við onkrum nótaskipið.
Ein trupuleiki er, at miðalinntøkurnar er so ymiskar hjá borgarum kring landið, og m.a. vísti Búskaparráðið á, at um eitt nú Skopunar Kommuna skuldi fingið líka nógvar skattakrónur lutfalsliga, sum Tórshavnar Kommuna hevði skattaprosent á 20% – so skuldi skattaprosentið í Skopunar Kommunu vera oman fyri 29%.
Hetta er ein veruleiki, sum formaðurin í KSF átti at fyrihildið seg til, men tað megnar hann ikki og tí er óskiljandi, at hann kann verða formaður í einum felagsskapi av fleiri kommunum.
Sum enn eina roynd at fáa formannin í Kommunusamskipan Føroya við í eitt sakligt og faktuelt kjak um evnið, vilja vit, sum eina byrjan, leggja fram niðanfyri standandi talvu, sum vísir eitt av kriteriunum, sum er viðkomandi fyri ein part av einari javning millum kommunur.
(RED: TALVAN ER VIÐLØGD SUM MYND IÐ LIGGUR NIÐANFYRI HESA GREIN)
Tað framgongur greitt, at lutfalsliga eru pensiónistarnir munandi fleiri í tali kring landið, enn teir eru í høvuðsstaðnum og í Eysturoy.
Víðari merkir hetta, at tað verður dýrari hjá kommununum kring landið (t.d. í Suðuroy, Sandoy, Vágum og Norðoyggjum) at yvirtaka eldraøkið, og tað má tí fyriliggja ein skipan, har henda eyka útreiðsla verður javnað til nevndu øki.
Hvussu hugsar formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, at hesin ójavni skal bøtast, tá ið eldraøkið verður lagt út til kommunurnar?
Tað eru fleiri onnur øki, sum eru viðkomandi í hesum kjaki um javning millum kommunur. Eitt nú inntøkan pr. íbúgva, sum vit ætla at hyggja nærri at í seinni greinum um hetta evnið.
Talvan her niðanfyri, sum vit hava tikið niður av www.hagstova.fo, vísir talið av pensiónistum (67 ár og eldri) í teimum ymsu kommununum og landspørtunum.




