Fyri løtu síðan, beint áðrenn uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni skuldi til aðru viðgerð, endaði løgtingsformaðurin tingfundin við orðunum: Eftir nógva umhugsan havi eg tikið tað avgerð at taka (Red: Løgtingsformaðurin nevndi síðani øll málini sum stóðu á dagskránni) hesi málini av dagsskrá og hervið er tingfundurin endaður.

Síðani reistis tingformaðurin og fór úr tingsalinum. Løgmaður var ikki í salinum, men eftir sótu landsstýrismennirnir í fiskivinnumálum og uttanríkismálum einsamallir á fremsta beinki og bitu negl.
Á veg út úr tingsalinum hoyrdu tingfólk løgtingsformannin siga at vit síggjast á Ólavsøku. Um tað var í álvara ella skemti, hava vit ikki fingið nakra váttan fyri.
Men nógv týður uppá eina ósemju í Tjóðveldi.
Tingfólk vita í løtuni ikki um tey skulu verða verandi ella fara heim. Fyri løtu síðan helt tingvarpið eisini uppat at senda.
Tað ljóðar at løgtingsformaðurin ikki ætlar at kallað tingið saman fyrr enn á Ólavsøku.
Spurningurin er so um hvat hendir, tí er tingið sent til hús merkir tað at uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni er dottið burtur, og má leggjast fyri tingið av nýggjum á Ólavsøku.
Vit hava roynt at fingið viðmerking frá løgtingsformanninum, men tað hevur higartil ikki eydnast.
Men tað er eingin loyna at løgtingsformaðurin, sum er hægsti persónurin í politisku skipanini, hevur verið meira og meira misnøgdur við hvussu málið er handfari.
Eftir øllum at døma hevur hann tí tikið avgerð um at senda tingi í summarfrí og so kann ein nýggj viðger byrjað á Ólavssøku. Men hetta er altso bara betragtningar út frá tí sum er farið fram á politiska leikvøllinum seinastu tíðina.