Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósemja um formansvalið í Kommunusamskipan Føroya

John William Joensen

Á seinasta fundinum var borgarstjórin í Klaksvík í uppskotið, men hetta tók borgarstjórin í Havn ikki undir við.

– Tað er umráðandi at vit eru samdir um formansevnið og sjálvur meti eg at tað er rætt at ein av smærri kommununum fær formanssessin.
– Tí havi eg skotið Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra í Vágs Kommunu upp til formansessin, og í hesum tíðum har nógv fokus er at fáa kvinnur meira við í politiska orðaskiftið haldi eg tað vera upp á sítt pláss at hon far hendan sessin.
– Eg trúgvi eisini at tað kann vera mennandi fyri eina lítla kommunu at hon við hesum eisini sleppur at profilisera seg meira, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu við Norðlýsið.

Sum Norðlýsið skilir so hevur ikki verið vanligt við atkvøðugreiðslu um formannssessin í Kommunu samskip og tí var málið útsett til komandi týsdag.
Um kommunurnar ikki kunnu semjast um nýggjan formann so verður vantandi atkvøtt.