Í góðveðrinum í gjár vóru fleiri enn 100 fólk savnað á grasvøllinum uttanfyri gamla eldrasambýlið á Skála
Í góðveðrinum í gjár vóru fleiri enn 100 fólk savnað á grasvøllinum uttanfyri gamla eldrasambýlið á Skála, í sambandi við at heimið nú letur upp sum dagtilhald, til fólk ið hava fingið staðfest sjúkuna demens.
Hóast øll ikki eru samd um avgerðina ið varð tikin um sambýlið, so tykist breið semja vera um, at nýggja ætlanin tænir einum góðum endamáli.
Sangframførsla, røður, felagssangur og undirhald fyri børnum vóru á skránni, og aftaná vórðu fólk boðin inn til kaffi, meðan børnini eisini fingu okkurt gott niðurum saman við undirhaldinum. Ein pallur var settur upp við endan á grasvøllinum, og fólk hugnaðu sær í góða veðrinum.
Trý fólk fara at starvast í dagtilhaldinum og leiðari verður Kristbjørg Toftegaard.
Her er ein myndafrásøgn frá tiltakinum í gjár. Meira um dagtilhaldið verður lagt út seinni í dag.




