Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Osmund Justinussen hevði rætt

Oliver Joensen

Av seinasta túrinum hjá Magnusi Heinason mugu fiskifrøðingarnir hava fingið eina opinbering. Yvirlitstrolingarnar, í ár, sum júst eru lidnar hava víst, at meira enn dupult so nógv er til av toski, hýsu og upsa, samanborið við í fjør.

Osmund Justinussen hevur gjørt sera nógv burturúr at fylgja fiskiskapinum undir Føroyum, umframt, at hann er kendur fiskimaður við Føroyar, uppvaksin í Lorvík og hevur verið í fiskivinnuni frá barnsbeini av.

Fyri stuttum var Norðlýsið í Lorvík har vit tóku myndir av Osmund, tí hann vildi kanna nitrurnar av fiskinum, sum útróðrarbátarnir fingu í januar mánaða.

El Nino fyribrigdið hesaferð var liðugt beint undan ársskiftinum. Osmund hevur víst á, at ígjøgnum øll 1900 árini hevur hann kunna víst á góðan fiskiskap eftir hvørt El Nino fyribrigdi. Ikki ninst tá fiskiskapurin við Føroyar tók seg um í 83 og 84 og 96, 97 og 98. At fiskiskapurin var serliga góður seinast í 90unum komst av at tá vóru tvær El Ninjo.

Áhugavert verður nú at fylgja gongdini frameftir.