Í kvøld kl. 21:00 verður konsert í Atlantis við Øssur Johannesen og Hjalta Joensen.
Umframt at spæla bass, fer Øssur eisini at lesa upp yrkingar, ið hann sjálvur hevur skrivað. Í seinnu helvt av konsertini fara Øssur og Hjalti, ið spælir guitar, at spæla saman.
Konsertin verður upptikin, og sambært Øssur, so skulu upptøkurnar brúkast til eina live fløgu, sum ætlandi skal koma út til jóla.
Tíðindaskriv:
Framúrskarandi solo-bass listamaðurin Øssur Johannesen og guitarleikarin Hjalti Joensen fara at spæla tríggjar konsertir í november.
Fyrsta konsertin verður á Løkju-kaféini á Argjum. Hinar konsertirnar verða umborð á Høganesi 24. nov. kl. 21:00 og í Atlantis í Klaksvík tann 25.nov. kl. 21:00. Allar konsertirnar verða upptiknar, við komandi live fløgu fyri eyga.
Í fyrra partinum av konsertini fer Øssur at spæla solo bass og lesa upp yrkingar, hetta verður tilfar til eina komandi dupult fløgu, harav onnur er ein DVD, sum ætlandi skal koma út til jóla.
Seinni partur av konsertini verður improvisera duo spæl sum einans Øssur og Hjalti megna at spæla.
Øssur Johannesen hevur áður útgivið tríggjar solo fløgur. Á fyrstu útgávuni leikti Øssur sjálvur allan tónleikinum, men hinar útgávurnar blivu framleiddar av Øssuri og Hjalta Joensen, sum er kendur frá Moirae og Devon.
Útgávurnar hava fingið góð ummælið í Føroyum, Danmark og Týsklandi av m.a. Petur Pólsson, Oddfríður M. Rasmussen, Niels Una Dam og Jan Lamhauge, eisini í Jyllandsposten, Geiger og Crossover Magasin. Umframt hetta, so standa pláturnar eisini á heimasíðuni hjá heimsins størsta tónleikablaði Rolling Stone.
Fløgurnar verða seldar um allan heim, ígjøgnum Amazon í USA, Bretlandi o.s.f. eisini gjøgnum HMW í Japan, Russlandi og Fraklandi.
Fløgurnar eru spældar í grønlendskum, svenskum, norskum og finskum útvarpi. Eisini eru tær spældar í fronskum sjónvarpi, umframt føroyskum útvarpi og sjónvarpi.
Øssur og Hjalti gera er alternativan og ofta improviseraðan tónleik.
Øssur og Hjalti framføra í Atlantis leygarkvøldið tann 25. nov. Kl. 21:00. Kostn. kr. 50,-
Atgongumerki fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ½ tíma undan filmssýningum.




