Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósvaraðar skuldsetingar móti býrráðsleiðsluni í Tórshavnar Kommunu

John William Joensen

… kann eg gjalda 100.000 kr. Áðrenn fríggjadagin so sigur Heðin at alt verður ok… sigur ein lesari at skuldsetti býráðslimurin í Tórshavnar Kommunu skal hava sagt við seg. Norðlýsið sendi hetta anonyma bræv sum skuldsetur býráðsleiðsluna fyri \”selvtækt\” til baði kommunustjóran, borgarstjóran og aðrar býráðslimir umleið hálvan januar.

… kann eg gjalda 100.000 kr. Áðrenn fríggjadagin so sigur Heðin at alt verður ok… sigur ein lesari at skuldsetti býráðslimurin í Tórshavnar Kommunu skal hava sagt við seg. Norðlýsið sendi hetta anonyma bræv sum skuldsetur býráðsleiðsluna fyri “selvtækt” til baði kommunustjóran, borgarstjóran og aðrar býráðslimir umleið hálvan januar.

So at siga einki er komið út til almenningin um málið hóast ein kommuna er ein almennur stovnur og tann sum er meldaður til politiið er og hevur verið býráðspolitikari.

Norðlýsið fekk tá málið kom fram hendir á einum brævið, sum knýtir saman málið á Frítíðarsskúlanum í Hoyvík við býráðsarbeiði. M.a. verður í brævinum sagt at leiðslan í býráðnum skal hava givið býráðsliminum tilboð um at rinda pening aftur áðrenn hálvan desember í fjør, so skuldi “alt” verða “ok”.

Vit høvdu ynskt at spurt leiðsluna í Tórshavnar Kommunu um hesi viðurskifti, men enn hava vit ikki fingið orði á leiðsluna.

Og í morgun kom svar frá kommununi:

Til Norðlýsið
Stílað: John William Joensen

 

Víst verður til niðanfyri standandi innlitsumbøn.

 

Sum fráboðað í tíðindaskrivi tann 21. januar 2014, hevur Tórshavnar kommuna latið málið viðvíkjandi rakstrinum í  Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188, árini 2012 og 2013, til løgregluna til víðari kanning.

 

Av hesi orsøk verður, við heimild í § 13, stk. 1, nr. 3 í innlitslógini, sýtt innlit í øll skjøl viðvíkjandi málinum, eins og Tórshavnar kommuna sum heild ikki ger viðmerkingar til málið.

 

 

Vinarliga

Ingibjørg Berg
Kommunustjóri/Chief executive